Útlendingar ókeypis á háskúla í Føroyum

2016-06-29 12:54 Author image
Jákup Højgaard

- Við hesum stuðlinum kunnu vit bjóða tveimum íslendskum og tveimum grønlendskum ungfólkum frípláss á okkara heystskeiði. Endamálið er at føra ungar grannar í útnorðri saman, so tey kunnu læra at kennast, bæði persónliga og mentanarliga, sigur Annfinnur Heinesen stjóri á Føroya Fólkaháskúla. 

Stuðulin á 70.000 krónur kemur frá Útnorður Høvuðsstaðargrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn, ið á hvørjum ári veitir stuðul til mentanarlig-, undirvísingar- og ítróttartiltøk til frama fyri menning millum kommunurnar.

- Vit søktu um stuðul, tí vit vildu geva fólki úr útnorðri ein møgulleika at koma higar. Vanliga, tá útnorðurlendskir ungdómar hittast, so er tað einamest til styttri ítróttartiltøk. Men skulu tey veruliga koma at kennast og læra at skilja og virða hvønnannan, so munar eitt háskúlaskeið nógv betur. Tá tey búgva og virka og uppliva saman, í 4 mánaðir, so skapar tað eina góða fatan og ein sterkari felagskap millum ungfólk í okkara trimum grannalondum. Hetta kann verða við til at knýta góð vinaløg í útnorðri.

Háskúlin hevur áður havt útlenskar skiftisnæmingar, men við at kunna bjóða fýra næmingum eitt ókeypis háskúlaskeið fara møguliga fleiri at søkja, heldur hann.

- Talan verður ikki um at skipa alt skeiðið sum eitt útnorðurháskúlaskeið soleiðis reint innihaldsliga, men við hesum stuðlinum kunnu vit bjóða tveimum íslendskum og tveimum grønlendskum ungfólkum frípláss á okkara heystskeiði. Endamálið er at føra ungar vestnordiskar grannar saman, so tey kunnu læra at kennast, bæði persónliga og mentanarliga.

   

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður