Útflutningurin av fiski tvífaldaður í virði seinastu sjey árini

Mynd: hagstova.fo

Útflutningurin av fiski tvífaldaður í virði seinastu sjey árini

2017-11-22 14:23 Author image
Leif Láadal

Samlaða útflutningsvirðið av fiskavørum er seinastu árini vaksið nógv. Í 2010 fór útflutningsvirðið fyrstu ferð upp um 4 mia. kr., og í dag er tað oman fyri 8 mia. Seinastu 12 mánaðirnar hava vit útflutt fyri 8,4 mia. kr, upplýsir Hagstova Føroya.

Tað er serliga tann stóri vøksturin innan alivinnuna, sum er orsøkin til henda stóra vøkstur. Í 2008 útfluttu vit laks fyri 824 mió. kr. Í 2009 fór útflutningurin uppum eina mia. og var 1,2 mia. Seinasta árið hava vit útflutt laks fyri beint omanfyri 4 mia., og er laksur næstan helvtin av samlaða útflutningsvirðinum av fiskavørum.

Hóast laksaútflutningurin er fremsta orsøk til stóra vøksturin, hevur eisini verið stórur vøkstur í útflutta virðinum av uppsjóvarfiski og serliga av makreli og sild.

Útflutningsvirðið av makreli er meir enn fýrfaldað síðan 2007, og av sild er tað meir enn trífaldað. Seinasta árið hava vit útflutt markrel fyri 1,1 mia. og sild fyri hálva mia. kr.


Kelda og lesið meira HER

 

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður