Útflutningurin vaks stívliga eina milliard

2017-01-23 11:52 Author image
Sigmund Vang

Útflutningurin vaks stívliga eina milliard kr. ella 17%  teir ellivu mánaðirnar jan. – nov. í 2016, samanborið við sama tíðarskeið í 2015. Útflutningurin av fiskavørum einsamallur vaks hetta tíðarskeiðið 853 mió. kr. ella við 14%.

Tað upplýsir Hagstovan.

Størstu broytingarnar í útflutninginum í fjør var stóri vøksturin í virðinum av laksi við 753 mió. kr., hóast nøgdin av laksi var tann sama ella enntá eitt vet minni.

Útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti vaks við 156 mió. kr. ella 12%, meðan nøgdin av hesum fiskavørum vaks 12-túsund tons ella 6%.

Samstundis minkaði útflutningurin av toski, hýsu og upsa við 97 mió. kr. ella 9%, meðan nøgdin av hesum fiskavørum minkaði 395 tons, svarandi til 1%.

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður