"Út í heim"

2018-01-10 12:28 Author image
Innsent

Fríggjadagin 23. februar 2018 verður sjóneyka sett á sølu av føroyskum bókum til útlond, tá ið Rithøvundafelagið og FarLit í samstarvi skipa fyri bókmentaráðstevnu undir heitinum ”Út í heim”.

Ráðstevnan vendir sær til rithøvundar, forlagsfólk og øll, ið hava áhuga í at fáa føroyskar bókmentir út í heim.

Hvat kann eg sjálv/ur gera?
Byrjað verður við verkstovu, har luttakararnir fáa íblástur til, hvat ein sjálvur kann gera fyri at marknaðarføra seg sum rithøvund á sosialu miðlunum.

Út í heim - hvussu?
Seinnapartin verður ráðstevna um sølu av rættindum, herundir samstarv við agent, sáttmáli við útlendsk forløg, krøv og ynskir hjá útlendskum forlagi við meira.

Át og prát
Um kvøldið verður døgurði og Rit-salón fyri luttakarunum hjá Katrinu Christiansen.

Verkstovu og framløgur
- Abelone Glahn, rithøvundur og samskiftisfólk
- Monica Gram, agentur á Copenhagen Literary Agency, 
- Hólmfríður Matthíasdóttir, stjóri á Forlagið og 
- Niels Jákup Thomsen, stjóri á BFL. 

STAÐSETING 
Hafnia & Katrina Christiansen, Tórshavn

NÆR
23. februar 2018

SKRÁ
a) Verkstova kl. 09.00-12.30 
b) Miðmáli kl. 12.30-13.30
c) Ráðstevna kl. 13.30 - 18.00
d) Døgurði & Rit-salón: kl. 18.30-23.00

KOSTNAÐUR 
300 kr. fyri allan dagin
(til ber eisini at tekna seg til ein part av skránni.)

TILMELDING 
fer fram á heimasíðuni: www.rit.fo

FREIST
Fríggjadagin 9. februar 2018

NÆRRI KUNNING
er at finna á heimasíðuni: www.rit.fo

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður