USA minnist 11. september

2016-09-11 17:57 Author image
Simona Midjord

Amerikanarar minnast í dag yvirgangsálopini fyri 15 árum síðani, 11. september í 2001.

Bæði amerikansku forsetavalevnini Donald Trump og Hillary Clinton vóru við til minningarhald á staðnum, har tey bæði tornini í World Trade Center fullu hendan dagin fyri 15 árum síðani. Hvørgin av teimum tók orðið á minningarhaldinum, har nøvnini vórðu lisin upp á øllum teimum 2977 fólkunum, sum lótu lív tann dagin, umframt teimum seks, sum doyðu av bumbuni í World Trade Center í 1993.

Hillary Clinton fór frá minningarhaldinum áðrenn tað endaði, tí hon knappliga kendi seg illa fyri. Tað fekk fólk at seta spurningar við heilsuna hjá demokratiska forsetavalevninum, men fáar tímar seinni komu boð um, at hon hevði tað fínt, og at hon var farin so tíðliga, tí hon hevði verið alt ov heit.

Forsetin Barack Obama helt eina kvirra løtu í Hvítu Húsunum klokkan 8:46 lokala tíð (13:46 okkara tíð), sum var klokkan, tá fyrsta flogfarið fleyg inn í World Trade Center fyri 15 árum síðani. Um somu tíð fóru klokkur at ringja runt um í landinum.

Seinni út á dagin legði Obama ein krans við Pentagon, har eitt flogfar eisini rendi á.

”Einki, sum vit gera, kann veruliga fáa pínuna, vit merkja við teirra fráveru, at hvørva. Tykkara sterki kærleiki og trúfesti hevur verið ein íblástur hjá mær og hjá øllum landinum,” segði Barack Obama við tey avvarðandi, sum vóru til minningarhaldið við Pentagon.

Og verjumálaráðharrin Ash Carter gav lyfti um, at øll, sum leypa á Amerika, verða jagstrað.

”Hvar tey enn eru, so fara tey, líka mikið hvussu langa tíð tað tekur, at merkja rættvísa nevan av amerikanskari styrki,” segði Ash Carter.

Minningarhaldið við Ground Zero, har Freedom Tower stendur í dag, er tað størsta av øllum haldunum, sum eru runt um USA í sambandi við dagin, men við árunum er minningarhaldið minkað. Tað tekur góðar tríggjar tímar at lesa øll nøvnini á teimum deyðu upp, og ofta eru bert um 100 fólk eftir til minningarhaldið, tá liðugt er at lesa øll nøvnini. Foreldrini hjá teimum, sum doyðu, verða ikki yngri, og nógv av teimum avvarðandi kenna tað ikki longur so átrokandi at vera við hvørt ár.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður