Úr Funningsfirði til Los Angeles

Mynd: Facebook

Úr Funningsfirði til Los Angeles

2017-09-28 08:34 Author image
Innsent

Altjóða tararáðstevnan Nordic Seaweed byrjaði í gjár við virkisvitjanum í Funningsfirði, har Ocean Rainforest hevur sína taraling. Tá bleiv avdúkað, at felagið er við í nýggjari verkætlan í USA. Endamálið er at royna aliskipanina, sum felagið hevur ment í Funningsfirði, í slóðbrótandi tara aling í Los Angeles Bay saman við amerikanska felagnum Catalina Sea Ranch. Verkætlnin er fíggjað av ARPA-E.

Vitjað var eisini á Høvdavirkinum, á Bakkafrost, hjá Tari – Faroe Seaweed og hjá Innova.

Í dag fer Poul Michelsen, landsstýrismaður, at seta framløgupartin av ráðstevnuni. Tað er Nordic Innovation sum skipar fyri í samstarvið við verkætlanina MacroCascade.

Í kvøld (28. september) verður høvið at royna leskiligar brellbitar á Hvonn, sum m.a. innihalda tara.  Tað er Ocean Rainforest, sum skipar fyri tiltakinum Tarabitar á Hvonn, og øll eru vælkomin.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður