Kjak

Uppaftur í ferð, ja – men uppá mótstøðuføra mátan

2020-06-12 11:04 Author image
Gestur Hovgaard, Ph.d. í samfelagsvísindi

Skal Kálvurin røkjast má ferðin jú økjast hóast onkur um koll farin er,
skulu vit dragsa tey, lata tey nassa – nei – tí so missur dansurin ferð.
Tú spyrt hvat ið skett er, tað er muran ið grettir
í erva tað lættir ella nervatablettir
tað styrkir balansin so aftur í dansin og fótur á speedara er.
Og nú má jú sparast so betri kann lærast at dansa um Gullkálvin dag eftir dag.
Kom uppí ongin tíð er at spyrja um hví – vit dansa um Gullkálvin æviga tíð.

Debess&Petersen, 1973

 

Vit eru á veg uppaftur í ferð. Og hóast vit kanska undrast á mangt og hvat í upplatingini, man valla nakar vera ímóti at ferð fæst aftur á samfelagshjólini. Lukkutíð lata aðrir partar av verðini eisini upp, annars vildi verið nyttuleyst. Vit liva í einum globalum heimi har menniskju og vørur eru forbundin meiri enn nakrantíð fyrr. Fyri 100 árum síðani kundi flest okkara einans droyma um at koma í samband við fólk í øðrum parti av Føroyum. Í dag eru vit, orsakað av Corona, í eksistensiellari kreppu tí vit ikki sleppa til Danmarkar, Mallorca ella Rio.

Fremst av øllum skal búskapurin uppaftur í ferð. Síðani skal ferðin økjast, so vit aftur kunnu halda dansinum gangandi, sum Debess & Petersen syngja um í Gullkálvavalsinum. Moralurin í vælkenda sanginum frá skjótt 50 árum síðani er, at tey sum klára at hanga við í dansinum fáa lut í ævinleikanum (búskaparligum vøkstri), meðan restina má Hin Grábeinti taka sær av. Hóast vit í løtuni nærum standa still, rakar sangurin ikki minni væl í dag.

Í undanfarnum greinum í Dimmu hava Firouz Gaini (7. mai) og Ragnheiður Bogadóttir (15. mai) sett perspektiv á hetta við ferð í mun til samfelagsgongdina. Firouz vísti við støði í hugtakinum ”yvirhiting” at Corona er dømi um hvussu ekstrem globaliseringin er blivin, tá eitt virus úr einum fjarum landsluti kann leggja alla verðina lamna uppá rekordtíð. Ragnheiður vísti tað sama við støði í kreppuni í globalu vistskipanini og at ferð og vælferð er hvør sítt.

Bæði tvey vístu á, at verðin er yvirhitað og hevur tørv á at køla niður. Hvørki ferðøking (akselerasjón), yvirhiting, kreppa ella tiðnandi innlandsísur eru nakað nýtt. Corona fær tí bara tað, vit longu vita, at traðka týðuligari fram, eitt nú hví summi lond, býir ella lokalsamfeløg eru meiri mótstøðufør enn onnur tá umræður at handfara slíkar kreppur. Hendan greinin skal varpa ljós á ferð, mótstøðuføri og hvat kann lærast av tí Corona hevur gjørt týðiligt.

*

Eitt boð uppá týdningin, ferð og akselerasjón hava fingið, kemur frá týska sosiologinum Hartmut Rosa. Hann tekur útgangsstøði í hugtakinum tíð, tí tíðin er tað fyribrigdið, sum við alsamt øktari ferð treingir gjøgnum allar samfelagsins strukturar, institutiónir og netverk. Rosa kallar tí eisini okkara seinmodernaða samfelag fyri akselerasjónssamfelagið.

Akselerasjónin er hend á trimum mótum.

Í fyrsta lagi er talan um akselerasjón innan teknologi, t.e. innan framleiðslu, transport og kommunikasjón og hevur serliga við okkara framleiðsluskipanir at gera. Hóast altjóða samband altíð hevur havt týdning, so eru hesar globalu vøruketur bæði ekstensivari og intensivari enn nakrantíð áður.

Næsta stóra ferðøkingin er sosialar broytingar. Alt frá móta yvir lívsstíl til grundleggjandi virði broytast støðugt. Vit skifta karrieru, lívsstíl, makar, vanar og tankagongdir skjótari enn nakrantíð fyrr.

Í triðja lagi er hend ein akselerasjón av okkara individuellu ferð, í tí Rosa kallar lívstempo. Hóast vit ongantíð hava havt so stuttan arbeiðsdag og so nógva frítíð sum nú, skulu vit náa meira og meira. Vit framleiða meira, ferðast meira og forbrúka meira, og uppliva tí øktan mangul uppá tíð. Tíðin er blivin ein knøpp resursa, ein vøra, uppá linju við aðrar.

Netupp paradoksið millum økta ferð í lívstempo, t.e. tíðarmangulið, og samstundis ótrúlig teknologisk framstig, er tað sum begrundar hugtakið ”akselerasjónssamfelagið”. Har tað fyri 100 árum síðani var staðið sum defineraði tíðina, er hetta vent á høvdið. Nú er tað tíðin sum definerar staðið.

Hóast øll okkara teknologi er innrættað til at spara tíð, so kennist tað sum vit mangla tíð. Rosa forklárar tí avleiðingarnar av øktu akselerasjóni við hugtakinum fremmandagerð. Fyri fáum generatiónum síðani bleiv ein føddur inn í eitt stað og eitt lív, sum í stóran mun var frammanundan givið. Við tíðini fingu vit fleiri og fleiri møguleikar at definera egið lív, eitt nú karrieru og livistað. Í dag er okkara fríheit uppaftur størri, tí onki er definerað frammanundan, og tí skulu vit endurfinna okkum sjálvi allatíðina. Gera vit ikki tað steðga vit upp, vit verða fremmandagjørd og taparar í eini endaleysari kapping við tíðina.

*

Motorurin í akselerasjónssamfelagnum er kapping. Kapping er ikki bara búskaparlig, tí talan er um ein sosialan motor, t.e. nakað menniskjaliga íbygt, har vit vilja fáa sum mest av verðini: uppliva, royna, vinna og hertaka, t.e. at vit sum menniskju kappast á øllum frontum.

Har tað fyrr var tín positión í samfelagnum, sum hevði týdning, er tað í dag tíni avrik í mun til tíðina ein hevur her á jørð. Trúgvin uppá eitt lív eftir lívið er farin, eisini hjá teimum trúgvandi. Vit vilja tí náa sum mest meðan vit eru her. At spara tíð og samstundis økja ferðina er tí blivið okkara nýggja mantra. Fyri hvørja tíðareind skulu vit framleiða skjótari, annars megna vit ikki at varðveita okkara kappingarføri í mun til okkara kappingarneytar, líkamikið um tað er matvøruframleiðslu, internetforbrúk, ferðing ella ítrótt. Nakað av tí nýggjasta til at spara tíð eru sokallaðar ”drive-through” jarðarferðir, har man uppá 3 minuttir kann vísa samkenslu á nøkulunda sama hátt sum var tað innkeyp á McDonald.

Teknologiin gevur okkum alskyns møguleikar, vit ikki høvdu frammanundan. Tí verður bara enn meira, vit skulu náa, og vit av tí sama koma at mangla tíð. Okkara egna trongd at uppliva og granska verðina ger sostatt, at vit allatíðina uppliva mangul uppá tíð.

Forholdið millum teir møguleikar, vit hava, og ta tíð, vit hava, til at uppliva hesar møguleikar, bara økist. Tí uppliva mong, at tey liva sum í tí vælkenda hamstrarahjólinum, at renna skjótari og skjótari, men standa í stað. Kapping er tí ikki bara ein miðil til at uppnáa nøkur mál, hann er yviskipaði logikkurin bæði fyri tann einstaka og fyri samfelagið sum heild. Hetta forklárar eisini, hví summi okkara koma í eksistensiella kreppu tá vit, orsakað av Corona, ikki sleppa at halda ferðini uppi, meðan onnur uppliva at hava fingið eina fríheit, at hava endurvunnið ræðið á egnum lívi, tí vit endiliga hava kølt niður.

*

Tá Hartmut Rosa gevur boð uppá, hvør partur av samfelagnum ikki er stýrdur av einum kappingarprinsippi, er svarið tann umfordeiling av ágóðum, sum fer fram gjøgnum vælferðarstatin. Sami vælferðarstatur er tó niðurlagaður, umskapaður ella beinleiðis tikin av seinastu áratíggjuni.

Við gjøgnumbrotinum av neoliberalismuni fyri ca. 40 árum síðani, bleiv tankin um ”statin” ella ”tað almenna” sum rótin til kreppu og lágan vøkstur kjølfest politiskt. Ein av mongu perlunum hjá Ronald Reagan var jú at stjórnarhald (government) ikki var loysnin, men sjálvur trupulleikin. Tað hevur eisini verið uppskriftin í økonomisku globaliseringini. Hjá statum, IMF, WTO, World-Bank und so weiter hevur medisinið verið tað sama: almennar sparingar og privatar loysnir. Almenn ynski um sosiala verju, anstendiga løn, progressivar skattaskipanir og regulering av fíggjarskipanum, hava verið bannlýst við atliti til ”kappingarførið”. Ert tú ikki kappingarført sum land vil ongin investera, og so vera øll taparar óansæð, og dansurin um Gullkálvin (akkselerasjónin) hevur soleiðis buldrað víðari.

Bæði individuelt og kollektivt hevur neoliberalisman sett ferð á ójavna, ótryggleika og møguleikan hjá fólki at ráða yvir sínum egna lívi. Men neoliberalisma merkir ikki frávera av statinum ella politikki, tvørturímóti. Staturin hevur gjøgnum marknaðarretorik og autokratiskar skipanir verið brúktur til at gera tey frammanundan ríku enn ríkari. Corona-kreppan hevur her gjørt týðiligt tað, vit longu vistu: tá tað regnar á prestin, so dryppar tað ikki á deknin, soleiðis sum trickle-down-ideologar annars hava pástaðið. Tí síggja vit í dag nøkur samfeløg nærum í upploysn, og desperatar royndir at endurskapa eitt nú sjúkrahúsverk undir almenna ábyrgd og áhugamál aftur, v.m. Hóast vandin er, at ørvitisknokkar sum Bolsonaro (Brasilien), Orban (Ungarn) ella Trump (USA) fáa útnytta Covid-19 til at skapa sær sjálvum enn meiri vald, so gevur Corona hinvegin eisini vón fyri endurnýggjan av demokratiskum, sosialum og vinnuligum samanhangum.

*

Bæði alment og privat her heima hava megnað eina fyrimyndarliga umstilling av samfelagnum, tá vit stongdu niður. Og hóast onkur kuril á tráðnum, so gongur upplatingin eisini fyri seg á ein sømiligan hátt. Tað vísir, at vit sum samfelag eru resilient – t.e. at vit hava eitt mótstøðuføri – til at klára slíkar kreppur.

Í gransking hevur hugtakið resiliens seinastu árini vunnið meir og meir fram. Resiliens merkir at vera bæði ”mótstøðuførur” og ”lívsmáttigur”, tvs. ein skipan, sum megnar at standa móti sjokkum og sum kann koma seg aftur eftir eina kreppu, harundir umstilla seg til nakað nýtt. Hugtakið er upprunaliga komið frá gransking innan øko-skipanir, men verður nógv brúkt innan eitt nú psykologi, býarplanlegging, vinnu- og samfelagsgransking í breiðum týdningi. Fyri at tálma akselerasjónini og mongu negativu avleiðingunum av neoliberalu stýringini, gera í dag alt frá kommunum og upp til stórar altjóða organsatiónir resiliens-ætlanir.

Grundleggjandi kemur áhugin fyri hugtakinum frá einum erkennilsi av, at verðin er samansett (kompleks) og at alt onkursvegna hongur saman. Tað er hetta, eitt virus úr Kina so ógvusligani prógvar, og vísir samstundis at tað ikki ber til at stýra verðini við forsøgnum og líkindarokning. Tá er betri at hálsa um og gera samfelagið mótstøðuført móti tí ókenda, sum man veit fer at koma.

Vit kunnu vera vís í at samfelagsgongdin ikki er linjurøtt, og tað “medisinið”, sum riggar einaferð, riggar ikki neyðturviliga hvørja ferð. Tað er ymiskt um havið brýtur niður verjugarðar og skolar inn yvir bygd og bý, um tað er kavarok á sumri, um fiskurin antin hvørvur ella svimur inn á okkum í ófatiligum mongdum, ella um tað eru menniskju, sum gera uppreistur orsakað av vánaligum vilkorum. Ávirkanin kann koma spakuliga (sum t.d. klimabroytingar) ella knappliga (sum t.d. Covid-19).

Resilienshugsanin tilsigur, at vit mugu finna útav, hvørjir ójavnar eru í skipanini. Har kunnu vit læra av Corona, at okkara avbjóðingar ikki eru statiskar, men sera dynamiskar. Tí mugu vit eisini áhaldandi byggja upp og víðka okkara resiliens (mótstøðuføri) til at klára slíkar avbjóðingar. Har koma vit ikki uttanum eisini at taka við avlagað maktviðurskifti og ójavnan, sum er í okkara egna samfelag.

*

Ongar patentloysnir eru, men tað má annað medisin til enn økt akselerasjón og onnur virði enn kapping. Tær felags almennu skipanir, vit sum samfelag byggja á, t.e. heilsuverk, skúlaverk, sosialverk, infrakervi osv., eru júst skipanir, sum minka um okkara sárbæri, t.e. skapa resiliens og eginleikan at ”svara aftur”, tá kreppur – stórar sum smáar – skola inn yvir okkum.

Vanliga hugsað vit “tað almenna” sum eina stýringsskipan har tann ovast uppi útinnir makt yvir tí, sum er undir honum, og soleiðis allan vegin niður til vanliga borgaran. Hóast slík bureaukratisk stýring er neyðug, so vísir Corona, at eisini “tað almenna” má læra at hugsað nýtt.

Tað fyrsta Corona hevur lært okkum er, at vit eiga at hugsað av nýggjum týdningin, sum professionell og væl útbúgvin starvsfólk í almennum tænastum hava. Tey skulu ikki síggjast sum tann “útreiðsluskapandi” síðan av samfelagnum mótvegis tí “inntøkuskapandi” privata partinum av samfelagnum, soleiðis sum ráðandi forteljingin hevur verið í nógv ár. Hetta split millum alment og privat, hóast nærum tagnað undir Corona, má avloysast av tí sannroynd, at alment og privat eru tvær síður av somu søk.

Tað næsta, Corona hevur lært okkum er, at “frontlinjan”, tey sum eru niðast í sokallaðu “stýringsketuni”, útmerkað eru í stand til taka ábyrgd og handla út frá fakliga grundaðum kriterium, uttan at vera yvirstýrd av “excel-ørkum” og “topp-stýring”. Viðurskifti sum umsorgan, ansing og umhugsni gerast ikki av sær sjálvum betri við harraboðum, øktari ferð og kapping.

Í triðja lagi kunnu vit læra, at lond við almennum hospitalum, almennum skúlaskipanum og almennari sosialari trygd klára betri kreppur. Slíkar skipanir gera tað møguligt hjá fólki ikki at fara sjúk til arbeiðis og smitta onnur. Tær gera tað møguligt at eisini arbeiðsleys kunnu kenna sosialan tryggleika og vera mótstøðufør. Og tey gera, at tey minni priviligeraðu kunnu fáa eina útbúgving, uttan at seta seg í lívslanga skuld. Alt hetta er ikki ein forðing, men ein trygd fyri, at vit kunnu hava væl virkandi marknaðir.

Í fjórða lagi kunnu vi læra av Corona, at “tað almenna” ikki bara skal útinna makt yvir sínum borgarum. Vit eiga at hugsað, hvussu “tað almenna” kann útinna makt saman við sínum borgarum. Tað var júst har vit høvdu eina styrki, tá vit máttu lukka niður.

Tað almenna kann sjálvandi ikki hava skipanir til at klára allar hugsandi kreppur, antin tað so er virus, fíggjarmarknaðurin sum kollapsar ella møguliga fleiri 1.000 flóttafólk, sum banka uppá dyrnar. Men samfelagið bestendur eitt nú av einum sivilum parti, sum m.a. ger ólønt arbeiði kring alt landið, í ítrótti, bjarging, sosiala økið, umhvørvisvernd, mentan og lokalsøgu v.m. Hóast tað almenna í ávísan mun ‘stuðlar’ , so liggur eisini her eitt óforloyst potentiali til at skapa eitt enn mótstøðuførari samfelag.

Almennar loysnir og stýring eru ikki svar uppá alt, tað er ikki har eg eri. Men avbjóðingarnar við globalu akselerasjónini – antin tað eri globalar vøruketur, sosialar ella økologiskar skipanir, sum broytast ella bróta saman – kunnu ikki loysast uttan eina demokratisk funderaða samfelagsplanlegging, har burðardygga samfelagið, við eini avkøldari balansu millum marknað, stat og sivilsamfelag, verður tryggjað.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður