Heimatíðindi

Ung fólk halda seg í stóran mun heima

Savnsmynd

Savnsmynd

2020-03-20 13:33 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Landið liggur stilt og so at siga øll sosial samvera er sett á pausu. Hetta skuldi vara í tvær vikur, men nú er hugsandi, at hetta fer at vara nógv longri enn so.

Nógv hevur verið tosað um, at fólk ikki halda seg við hús og hava lyndi til at heldur uppføra seg, sum vóru vit øll farin í feriu. Serliga eru tey ungu fólkini løgd undir at vera líkaglað. Boðini um at verða heima vóru so illa aktaði, at bæði heilsumynduleikarnir og drotningin kendu seg noydd at geva okkum øllum eina væluppiborna skolu.

Í byrjanini av koronatíðini vóru fleiri ung, sum komu heim úr Danmark og lagt var eftir teimum fyri at “bara koma heim at ballast”, men í grein við Dimmalætting segði landslæknin, tað var hansara fatan, at hesu ungu hava borið seg skynsamt at. Í somu grein segði landslæknin eisini, at tað heldur vóru vaksin fólk, sum ikki taka ávaringarnar í fullum álvara.

Vit hava spurt nakrar tannáringar um, hvussu tey halda seg til tilmælini:

 

Eg haldi meg heima saman við familjuni til smittan er av. Tað er ikki akkurát tað ungdómar vildu gjørt frívilligt, men man má gera tað sum samfelagið sigur. Eg arbeiði sjálv í matvøruhandli, men tí eg havi hjartafeil, sleppi eg ikki at sita við kassan, sjálvt um kassafólk sita í handskum. Eg kann heldur ikki fara í handlar at keypa inn, ella vera saman við øðrum enn míni familju. Vit hava gingið nógvar túrar og hvørjaferð vit hitta onkrum, so gangi eg eitt sindur uttanum – genta 15 ár

 

Eg havi verið úti saman við vinum. Eg havi eisini arbeitt í tveir dagar og skal aftur til arbeiðis í morgin, tað fái eg ikki sagt nei til. Men eg síggi nú hvussu alvorligt tað er og tí haldi eg meg inni so mest sum møguligt nú – genta 16 ár

 

Vit eru 8 vinir, sum eru farnir á útoyggj saman í eina viku, fyri at ikki gera ov nógvan skaða inni á fastlandinum og so eisini fyri at hugna okkum saman - drongur 19 ár

 

Eg eri mest heima, tí eg havi so nógv heimaarbeiði fyri, men eg haldi meg inni, tí eg ikki vil smitta tey sjúku. Eg haldi tað er ok at fylgjast við vinfólkum, men so eru tað bara fáar og vit tjekka áðrenn um man hevur verið saman við onkrum, sum er undir illgruna at hava covid-19 smittuna. Men vit í familjuni spæla úti og eru saman, nógv meira nú enn áðrenn – genta 16 ár

 

Flestu av mínum vinfólkum eru heima, eg havi eini trý vinfólk, sum eg møtisti við, tí eg veit at tey ikki høvdu fari út um tey vóru í vandabólkinum, men annars eru vit bara inni og eg veit, at tey sum eg gangi í flokki við á Glasi, eru eisini næstan bara inni - genta 18 ár

 

Nú halda vit okkum inni. Tað gjørdu vit ikki teir fyrstu dagarnar, men tá vit fingu at vita hvussu álvarsligt tað er, blivu vit kanska eitt sindur bangnar. Vit eru ikki so bangnar okkara vegna, tað er meira tað at vit kunnu smitta onnur – genta 16 ár

 

Eg og mínir vinir møtast ikki serliga nogv beint nú, men av og á fara vit onkran biltúr - drongur 16 ár

 

Eg og míni vinfólk taka hetta rættiliga seriøst og ganga ikki úti óneyðugt. Um vit samlast eru vit hægst 3 fólk tá vit møtast –  genta 20 ár

 

Sjálv eri eg bara heima og so úti i Havnardali, har eg royni at vera tíðiliga um morgunin, tá ongin annar er har. Eg havi fjós við saman við vinkonunum, so tad hendur seg, at vit eru har i senn. Men vinfolk, sum ikki hava ross, havi eg ikki sæð síðani korona byrjaði at gera um seg i Føroyum - genta 19 ár

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður