Heimatíðindi

Umvælingin av Norðlýsinum dregur út

(mynd: norðlýsið)

(mynd: norðlýsið)

2020-05-20 16:37 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Ummvælingin av Norðlýsinum dregur út. Ætlanin var, at skipið skuldi byrja uppá summarsigling í juli, men rot hevur gjørt umvælingina drúgvari enn ætlað.

Skipið liggur sum kunnugt á beding hjá Mest. Arbeitt verður við at bøta um skrokkin, skifta gamlan og veikan við út, umframt at tað verður umvælt innan við nýggjum køki, betri baðirúmsheintleikar og ventilatiónsskipan, so skipið betur hóskar til nútímanskrøv.

Ein av stóru umvælingunum var at skifta rot í aftara endanum av skipinum. Hetta hevur verið arbeitt við og herfyri var eisini farið í holt við at gera baðirúmið, sum er í frammi í skipinum. Tað vísti seg, at so mikið av rotið var í plankunum, at nú er avgjørt at skifta tvey spantir í gronini. Umframt tað eru ymiskir strukturellir veikleikar funnir í síðunum. Hetta eru ikki álvarsligir skaðar, men avgjørt er at gera alt umvælisarbeiðið liðugt nú, og tað skumpar tíðarætlanina eitt sindur longri út enn ætlað.

- Umvælingarnar, sum vit gera nú skulu helst halda sær í fleiri ár, so at vit ikki aftur noyðast á beding. Í roynd og veru hevur korona gjørt, at vit nú gera meira ábøtur, enn vit høvdu sett okkum fyri. Hetta eru umvælingar og ábøtur, sum skuldu gerast óansæð, men nú gera vit alt í einum og leita eftir øllum, sum krevur ábøtur. Málið er jú at geva skipinum eitt nýtt lív, sigur Frank Djurhuus Jakobsen, stjóri í felaginum, sum rekur Norðlýsið.

Ætlanin var, at Norðlýsið skuldi verða klárt til sigling fyrst í juli mánað, men soleiðis verður ikki. Nýggjasta metingin er í fyrsta lagi aftaná ólavsøku um alt gongur, sum tað skal.
Ætlanin er í ár at leggja seg eftir føroyskum ferðafólkum og vónin er, at alt summarið ikki er farið fyri skeyti.

- So skjótt sum vit flóta aftur byrja vit við at gera útferðir aftur. Vit fáa nógvar fyrispurningar og áhugin er stórur millum føroyingar at sleppa á útferð við okkum. So vit vóna at fáa eitt sindur av summarinum við og geva føroyingum nakrar góðar upplivingar, áðrenn veturin ordiliga kemur, sigur Frank Djurhuus Jakobsen.

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður