Mentan

Ummæli: Sungu Fitzgerald beint inn í hjartað

2018-06-10 11:31 Author image
Ingi Samuelsen

Tað er spell, at tað bert er sirka einaferð um árið, at høvi er at hoyra væl svingandi stórbandið Tórshavnar Big Band. Sum íslendski orkesturleiðarin sigur: ”Tit hava eitt fast symfoniorkestur – tit burdu eisini havt eitt fast bigband”.

Leygarkvøldið helt Tórshavnar Bigband enn eina av sínum framúr væleydnaðu konsertum í Norðurlandahúsinum. Hesaferð var talan um eitt kvøld har ”The Lady of Song”, amerikanska jazzsangarinnan Ella Fitzgerald, varð heiðrað við at spæla nøkur av løgunum, ið hon gjørdi kend. Hetta í sambandi við, at tað í fjør vóru liðin 100 ár síðan Ellz Fitzgerald varð borin í heim.

Til endamálið var savnað eitt perluband við fimm sangarinnum og einum sangara. Og sigast má, at væl var valt. Ótrúligt gávuríkidømi og talent. Hvør sum ein kláraði uppgávuna til toppkarakter. Tað var stílur í framførsluni. Kvinnurnar allar í knæstuttum fimmtiáraligum summarskjólum sungu seg beint inn í hjartað.

Ein útlendsk sanarinna varð importerað til endamálið, dugnaliga íslendska Ragnheiður Gröndahl, sum varð innkallað serliga til at átaka sær uppgávurnar, sum gingu út upp á at endurgeva serliga scat-sangin, sum Ella Fitzgerald var kend fyri.

Tær føroysku – kanska ikki líka so royndu – sangarinnurnar royndu seg eisini eitt sindur við scat, men hóast tær ikki hava somu royndir, sum Ragnheiður, smæddust tær als ikki burturúr. Tær vóru Laila Carlsen, Edith Dahl Jakobsen, Ann Chanett Danielsen og so blaðunga Dania O. Tausen av Toftum, sum er eitt púra óskrivað blað í stórbýar jazzsamanhangi. Men tað hoyrdist ikki aftur, at hetta kanska var fyrstu ferð hon alment sang saman við einum jazzorkestri, og so við einum stórbandi enntá. Ein ótrúlig rødd, sum vit fara at hoyra nógv meira til í framtíðini.

Og so rosinan í pylsuendanum, James Olsen. Ikki tí at hann slapp at syngja Ellu Fitzgerald, men hansara leiklutur var at ”spæla” teir mannligu sangararnar, sum hon sang duettir saman við.

Og tá James gjørdi seg um til Louis ’Satchmo’ Armstrong og sang ’Summertime’ hjá Gershwin saman vil Lailu Carlsen, var ikki eitt eyga turt.

Orkestrið var eisini ómetaliga væl trimmað, alt var ’tight’, ongin kom ov seint inn – alt riggaði. Rútmubólkurin svingaði sum vóru teir innfluttir beinleiðis úr Harlem, og blásararnir so ’tight’, sum teir ongantíð hava ljóðað fyrr.

Undarligt, at orkestrið megnar at ljóða so samanspælt sum ein eind, tá hugsað verður um, at tey bert koma saman so hissini áleið eina ferð um árið í samband við at fígging er skaffað til serliga verkætlan.

Um tað er dugnaliga orkesturleiðaranum Sigurði Flosasyni fyri at takka, ella um føroyingarnir bara eru so dugnaligir, er ikki til at siga, men ein hevur hug til at trúgva tí seinna.

Flosason bant alt saman við at fortelja søguna um Ellu, hennara lív og tónleik. Á enskum, sum hann umbar seg fyri. Sera professionelt og dugnaliga frágingið.

Vit kunnu bara taka undir við honum. Tað er ov sjáldan, at vit fáa høvi til at hoyra vælspælandi Tórshavnar Bigband spæla jazz í Føroyum. Tí teir duga – ongin ivi um tað. Men tað skal fígging til, og higartil er tað blivið til verkætlanirnar við havnarløgum, við Sinatra sangum, ’Minnist tú enn’ og nú Fitzgerald.

Vit taka fegin ímóti minst tveimum slíkum verkætlanum um árið.

Ella Fitzgerald konsertin verður tikin uppaftur í Løkshøll í Runavík í kvøld. Tað sigst at atgongumerki eru eftir. Halt teg ikki aftur – tað er upplivingina vert.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður