Heimatíðindi

Ummæli av FMA: Ófyrigevilig líkasæla

Ummæli av FMA: Ófyrigevilig líkasæla

Høgni í Jákupsstovu

2018-03-16 13:03 Author image
Høgni í Jákupsstovu

Kringvarpið ger nógv burtur úr tí kritiska eyganum. Kringvarpið heldur eyga við maktini, við menniskjum, stovnum, mentanini og samfelagnum øllum. Ja, Kringvarpið sær tað sum eina av høvuðsuppgávum sínum.

Kritiska eyga Kringvarpsins røkkur langt í okkara lítla samfelag og ongin kann kenna seg tryggan, tá tendraðu projektørarnir Kringvarpsins raka. Flaggskipið Dagur&Vika skal helst hava onkran á grillini hvørt kvøld, Heini í Skorini rakar í løtuni í helvitiseldinum hjá øllum samkomum í landinum, samstundis sum Radarin melur, Lyst metir um listina og skilvísu akademikararnir í Nón eygleiða og meta um.

Og so er tað tónleikurin. Kvørnin hevur í fleiri ár malið føroyska tónleikapallin til rætta mjølið. Vælupplagdir og trimmaðir langa serfrøðingarnir í Kvørnini dómin inn í mikrofonina og út í hvørt heim í landinum. Gud nái tann sangara, tónleikara ella framleiðara, sum ikki hevur fullkomið stýr uppá sítt shit. Og um vit skulu vera púra heilt fullkomiliga erlig, so er tað fantastiskt útvarp. Tí tey duga at levera one-linararnar, tey duga at grundgeva fyri dóminum og tey eru ikki bangin fyri at siga sannleikan. "Farið og finnið tykkum onkran, sum dugir at hjálpa tykkum", hava tey sagt við fleiri enn ein og fleiri enn tvey av teimum vónarfullu, sum hava latið inn tónleik til ummælis í Kvørnini. Kvørnin er Kringvarpið í essinum – tað er live, tað er grundgivið, tað inkluderar lurtaran og tað er náðileyst. Kvørnin er kritisk!

Tá vit hava hendan veruleikan í huga, so verður tað so himmalrópandi sjokerandi at Kringvarpið kemur sær at senda FMA í sjónvarpinum. Tí FMA sendingin, sum var send í sjónvarpinum leygarkvøldið, var so illa framleidd, at var tað ikki Kringvarpið, sum stóð sum avsendari, so høvdu boðini verið, at fyrireikararnir skuldu farið og spurt onkran, sum dugir, um at hjálpa sær.

Faroese Music Awards hevur allar byggisteinarnar, sum skulu til at gera eina fantastiska sjónvarpssending. Allir teir bestu tónleikararnir í Føroyum eru við og vilja gjarna vera við. Føroya besta hús er partur av konseptinum og aftanfyri standa tey einastu miðlahúsini vit eiga í Føroyum. Vit føroyingar hava ein brennandi áhuga fyri tónleiki og kanska serliga fyri føroyskum tónleiki. Og so omaná tað heila hevur tað ein fullan sal, har rúm er fyri 400 fólkum – um rætt var borið at er rúm fyri 800 fólkum – sum fegin vilja vera til staðar.

Men eftir øllum at døma, so tók Kringvarpið allar tær skeivu avgerðirnar, sum takast kunnu.

Skal sjónvarp geva nakra meining, so skulu vit sum hyggjarar dragast inn í sjónvarpið og vit skulu kenna, at alt er gjørt til okkara. Vit skulu verða til staðar.

Tað frægasta sum kann sigast um FMA sendingina leygarkvøldið er, at hatta minti mest um eina hálvhjartaða stroyming frá einari privatari veitslu, har vertirnir í salinum gjørdu seg upp fyri klientellinum, sum hómaðist í bølamyrka salinum. Tað var eitt sindur forvitnisligt – eitt sindur voyeur-agtigt – at sleppa at hyggja at, hvussu kammeratarnir róstu hvørjumøðrum, smíltust og klappaðu.

Men sum sjónvarpssending var FMA ein katastrofa.


Kringvarpið má hava ambitiónir

Kringvarpið hevur verið í andgletti í fleiri ár og seinastu tíðina eru atfinningarnar farnar upp í ódn. Nógvar av atfinningunum eru ikki uttan orsøk, meðan aðrar eru heldur leyst funderaðar. Tað er ikki so løgið og kann valla vera øðrvísi, at Kringvarpið er fyri atfinningum, tá man hugsar um kolossalu støddina og ræði stovnsins á føroyska miðlaheiminum. Og tað er tí, at ein sending sum FMA pínir so illa. Tí sendingin var útrykk fyri eina fullkomið avskeplaða sjálvsmynd. At ein heilur stovnur kann semjast um, at tað sum sent var hetta leygarkvøldið í mars var í lagi, er óskiljandi.

Tí Kringvarpið vildi einki. Kringvarpið vildi ikki gera sjónvarp, Kringvarpið vildi ikki tónleikinum væl, Kringvarpið vildi ikki hyggjaranum væl og Kringvarpið tordi ikki at spenna seg út.

Pallurin var ljótur og ja, bygdasligur. Eitt ekko frá einari farnari tíð við bordeauxlittu gardinunum og teimum kvalmaeggjandi grønu lampunum, sum skemmaðu okkara bestu tónleikarar.

Hellukenda upplivingin, har tónleikararnir ikki sóust, áskoðararnir bara hoyrdust og skuggarnir stóðu sum stúttur og bíðaðu eftir, at vertirnir høvdu blaðað seg fram til rætta skjalið, var, tá man hugsar um tað, óskiljandi.

Skuldu vertir og allir gestir, sponsorar og vinnarar absolut troðkast upp á tronga pallin í horninum, bara tí at so kundi man leggja salin í bølaniðu, meðan gjørt var klárt á gólvinum? 

Vit tosa altso um besta húsið í Føroyum, sum kann brúkast upp á 75 aðrar og betri mátar enn tann, sum Kringvarpið valdi.

Vanvirðingin fyri hyggjaranum helt fram við ússaligu kunningini, sum kom frá framleiðarunum. Fólk sum koma á pallin fingu einki navn, summi vóru bara nevnd sum systrar, meðan onkur als ikki fekk eitt orð við á vegnum. Tað má vera eitt krav, at øll sum sleppa at tosa ella verða heiðraði í almenna kringvarpinum, sum eitt absolut minimum verða navnsett fyri okkum hyggjarum.

Grafikkur og videoframleiðsla av teimum nomineraðu var enn ein sorgarleikur. Tað kann ikki vera rætt, at tað einasta Kringvarpið fær tikið seg saman til av grafikki, er at avmynda standmyndina, sum vinnararnir fáa. Og tað kann heldur ikki vera rætt, at støðið á kunningini um hvør var nomineraður var so vánaligt, at vit ongan kjans høvdu at meta um hvør var nomineraður, meta um dygdir, ymiskleika, útrykk og hvat veljast skuldi ímillum.

Tað tænir ongum endamáli at halda fram at peika á ringu avgerðirnar og vánaligu sendingina, sum FMA vísti seg at vera. Men tað tænir einum endamáli at krevja meira av Kringvarpinum. Tí avgerðin at senda FMA í sjónvarpinum upp á handan mátan ger, at Kringvarpið kann ikki við heilum hjarta seta spurningar til onnur og kann ikki vera kritiskt mótvegis øðrum. Tí ein tann størsta syndin tú kanst gera móti tínum egna sjálvsvirði, og ikki fyri at tosa um virðingina frá øðrum, er ikki at vilja gera sítt besta. At við opnum eygum gera nakað lort og so samstundis lata sum um, at tað var ordiliga gott. Vit duga væl at síggja, at hatta var nakað lort og vit lata okkum ikki lumpa, líka mikið hvussu nógv tit rósa hvørjum øðrum í innara sirklinum.

Tað, sum pínir allar mest, er, at Kringvarpið eigur førleikarnar, útgerðina og viljan at gera FMA til eina fantastiska sending. Tað kundi verið ordiliga gott, um tey tordu, um tey vildu.

Tað er upp á tíðina, at Kringvarpið lurtar eftir sínum egnu ráðum og fer at leita eftir onkrum, sum dugir at hjálpa teimum. Tey kunnu byrja innanveggja.


PS: Fyri ein ordans skuld skal eg vísa á, at einki av tí, sum her er sagt, er vent móti tónleikinum og tónleikarunum.

 

  

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður