Mentan

Ummæli: “Tann skrivandi er ein onnur”

2020-09-04 19:00 Author image
Rúni Weihe

Eg má siga sum er: nýggja útgávan hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger er torfør. Spurningarnir, hon setur, eru ikki einfaldir og hon hevur ei heldur nakað einfalt svar. Haldi eg. Eg havi lisið yrkingarnar ofta nú, ómetaliga ofta, og tað hava verið dagar, har eg havi verið eins frustreraður um hesar yrkingar, sum yrkjara-eg’ið er, tá hon lesur yrkingar. Her er tað úr kapitlinum “Tann skrivandi er ein onnur” á síðu 91:

                at taka yrkingasavn niður av bókahill
                at blaða upp á onkra síðu
                at lesa tvær kanska tríggjar reglur
                og síðani
                tveita tekstin frá sær við fullari kraft
                bók rakar gólv
                skoytar inn undir hill 

Soleiðis havi eg eisini havt tað. Ikki orsaka tað, sum omanfyristandandi brot vil mær – tað er ein greið slóð, sum gongur ígjøgnum alt savnið, yrkjara-eg’ið, sum viðhvørt hevur stórt misálit mótvegis yrkingum, bókmentum, máli og skrift og sær sjálvum, hevur aðrar tíðir skund við at endurgeva úr øllum heraðshornum, og at staðseta seg sjálva í eitt bókmentaligt landslag, sum er deiligt, serliga tá tað er sjálvmótsigandi – men tí, at eg havi verið í iva um yrkingin argar meg við vilja, tá tað fyrst í brotinum er eitt yrkingasavn (í óbundnum eintali), og síðani verður til tekstin (í bundnum eintali) og at enda er blivið til bók (í óbundnum eintali). Er her talan um eina nuansering ella er tað sjusk? Snýr hetta við tí bundna og óbundna um ognarrætt og greidleika? Fyrstu ferð hugsaði eg: sjusk! Aðru ferð: bíða mær eitt bil. Triðju ferð: jamen, aha!

Eg havi lyndi til at hava fult álit á yrkjarum og havi tískil lyndi til at halda, at alt er, sum tað skal og eigur at vera: tað er á bókahillini og millum aðrar bøkur, at yrkingarnar flokkast sum yrkingar. Tá yrkingarnar verða tveittar út í tóman heim, tá tær missa jarðfestið og stríðast ímóti atdráttarmegini, tá flákra blaðsíðurnar, ja tær nærum sláa við veingjunum, tá víkja tær undan flokking, tá eru tær ‘bara’ tekstur, og tá tær lenda á gólvinum (í fluttari merking, tá tær lenda, tá finna tær við øðrum orðum sítt snið), tá eru tekstirnir blivnir til bók. At bókin síðani sleppur at skoyta inn undir eina hill, dugi eg ikki at lesa sum annað enn skemt yrkjarans: lagna bóksins, at liggja og leggjast á í gloymskuni. Men kanska er hetta heldur ikki bara í skemti, kanska – og nú tambi eg mína vælvild til hon er um at bresta og hómi samstundis, at tað verður neyðugt at finna vøkru gulu bókina fram aftur fyri fjórðu ella fimtu ferð – kanska, kanska leingist bókin eftir einum tryggleika undir niðastu hill, altso á einum eitt sindur ivingarsomum plássi á markinum við tað skipaða og flokkaða?

Kapittulin “Tann skrivandi er ein onnur”, har áður umrødda brot er úr, haldi eg verða millum teir absolutt sterkastu. Og eg eri ósamdur við Silju Aldudóttir, tá hon í Varðanum heldur, at yrkingarnar missa kraft og intensitet, tá tær gerast meiri prosaiskar og uppreksandi, “…tí tann formliga, vísindaliga og poetiska samansetingin fer í bakgrundina.” Tvørturímóti. Tað er alneyðugt. Tí tað er eisini okkurt kroyst við yrkingasavninum. Savnið – sum er eitt savn við stóra S – hevur heili átta kapitlar breiddar út yvir umleið 120 síður. Í savninum finna vit alskyns tekstasløg – leysligar viðmerkingar ella skitsur til yrkingar (um vit altso líta á, at tekstirnir í kapittulinum “Lummabók” í roynd og veru einaferð hava verið niðurfeldir í eina skitsubók), myndalýsingar, yrkingar, flokkingar, yrkingar yrktar av einum tannáringa-yrkjara-eg’ið, og, lukkutíð, eisini yrkingar yrktar av einum eldri yrkjara-eg’ið enn tannáringa-yrkjara-eg’ið (tí tað eldra yrkjara-eg’ið yrkir absolutt betri enn tað yngra), men hesa ferð skrivandi og skrift-problematiserandi yrkingar, fyri at at enda við einari røð av yrkingum, har mangar eru framúr góðar í síni heild og aðrar brilliera við fáum frálíkum ørindareglum í kapitlinum 15 FENOMENOLOGIIR (sum til dømistá tann dukandi angistin verður koyrd inn í klombrur á síðu 103 og seinni á sama hátt at koyra á gosi á gosi á gosi í klombrur á síðu 105), men stundum eisini okkurt býttisligt og lol’utt sum til dømisá síðu 106, har ein fenomenologi hevur fingið heitið TEKSTUR TIL LAKRESSANGIST (er tað ikki okkurt ótolandi við hesum hugi at stava lakress á føroyskum, okkurt infantilt við hesum slagi av tilnevningum sum heild?), og allar-allar síðst stendur eitt gamalt brævaskifti at lesa, rørandi og merkiliga knapt, millum eitt yngri yrkjara-eg og eina enn-livandi ommu.

Sumt av tí kroysta, haldi eg, liggur í bygnaðinum av savninum og teimum mongu kapitlunum. Tað verður støðugt skift og broytt tekstarúm. Eg haldi, at eg dugi at hóma ein savnsins estetikk, og at skjalasavnið fyri yrkjaran er fyrimyndarligt. Tað er ein háttur at varpa ljós á og eygleiða úr ymsum støðum, ein háttur at bera eyga við frávik gjøgnum eina samanseting og samanbering. Vandin er, haldi eg, at tá teir mongu kapitlarnir fáa næstan sama pláss, tá verður javnsett ov nógv, og tað javnsetta kann enda við at gerast vanligt og vanliga óvanligt. Ov nógvar røddir og ov nógv sjónarhorn sløðra lesnaðin – og uppmerksemið verður flutt frá ørindareglunum og einkultu yrkingunum yvir á, hvussu yrkingarnar eru settar saman, og inn í tað rúm, har yrkjarin situr og skipar savnið. Tí frøist eg, tá yrkjarin loyvir sær at missa tamarhald á málinum, letur tað renna og loyvir okkum at renna við, so at siga.

Hinvegin er ein tann mest fáorðaða yrkingin í savninum eisini ein tann stuttligasta. Her er hon, í síni heild, úr kapitlinum “Lummabók” á síðu 11:

                eg skrivi
                hagi
                trappa
                sólstólur
                grót
                á
                fossur
                ross

Eg má viðganga, at hetta var mjørkatos fyri meg, tá eg las tað fyrstu ferð. Hvat er hetta? Hesi sjey elementini sett upp sum ein listi? Er tað avgerandi, at tey eru sjey? Skal eg lesa listan at verða skipaðan eftir stigi? Ein heimur, sum byrjar høgt uppi í haganum, sum lækkar við trappuni, liggur í frið og náðum í sólstóli millum grót í sólskini, og endar við streyminum í ánni og stoytist oman við fossinum, har ein ringrás kemur at enda, vatnið kemur aftur í sítt rætta element, í horisontalitetinum, sum verður drigið av rossinum í seinasta reglu (rossið, sum í eina aðrari og seinni yrking lænir týdning av málsins arbeiði og áhaldni – “summi orð eru arbeiðsross” stendur at lesa á síðu 49)? Fyri yrkjarin er hesin listin týðandi, og tað er nóg mikið fyri meg, og eg havi hug at siga: jú, eg eri samdur. Her er ein heimur í sjey pørtum. Her er eitt landslag, byggilist, innbúgv, tilfar, summir mótsetningar, ymsar kósir og rørslur, harumframt eitt djór, sum ljóðliga er knýtt at fossinum. Ein heimur byrjar, tá yrkjarin yrkir og endar við tí áhaldandi arbeiðinum, sum málið er, bæði sum skrift og sum tala. Hvat meira tørvar okkum?

Og enn ein fáorðað og serstakliga góð yrking, her á síðu 28:

                húsini í Havn
                hon situr á trappusteininum
                hendur í favn í svartari rullukragablusu
                og puntutum buksum
                hyggur móti kirkjugarði

Her er sjálvandi talan um ommuna, sum er avgerandi miðpunkt og motiv í yrkingasavninum. Yrkjara-eg’ið lýsir eina mynd av nú deyðu ommuni, sum vit fyrr hitta livandi – ella í øllum førum upp-aftur-livnaða, tá yrkjara-eg’ið endurminnist (sum er enn ein av teimum stóru trupulleikunum, sum yrkjara-eg’ið hevur – tá fortíðin arbeiðir doyr barnið stendur at lesa á síðu 36 – hvussu ber til at skriva um og minnast aftur á tey farnu og saknaðu, uttan at vekja tey farnu og saknaðu aftur til lívs, sjálvt um tað einans er í tonkunum, fyri síðani, tá endurminningin er komin at enda, at noyðast at jarða tey av nýggjum, og tískil lata tey farnu fara umaftur). Tað er torført ikki at lesa svørtu rullukragablusuna sum annað enn eitt líkklæði, sum er í ferð við at verða drigið upp um ommuna. Einans høvdið er frítt, deyðin stendur altso fyri durum. Og puntutu buksurnar, hon er bókstaviliga í puntum frá lívinum og niður, hvussu kunnu puntarnir verða annað enn fyriboðan um kirkjugarðsins fýrkantaðu flatar, har tey deyðu skipast í røðum (eins og bøkur á eini hill!). Ein serstakliga væleydnað yrking, haldi eg, men er hon nóg fáorðað? Eg skilji, at trappusteinurin skal vera har, og at húsini skulu verða har. Omman er sett á eitt millumstig, hvørki inni ella úti, niðri ella uppi. Men kunnu vit vita, hvagar hon hyggur? Og er tað neyðugt? Deyðin er í hennara búna og sum hon situr, hendur í favn, er lagnan avgjørd. Er hetta ikki ein yrking, har yrkjarin sigur ov nógv? Tað haldi eg.

Sama illgruna havi eg í yrkingini TANNÁR 1998, ið lýsir eitt samband, sum slitnar millum yrkjara-eg’ið og ein sjeik, tí hann hevur verið henni ótrúgvur. Í tveimum teimum fyrstu reglunum stendur:

                á Bacalao sker sjeikur flak
                frá klokkan morgun til døgurða

Seinni koyrir yrkjara-eg’ið í einum bláum Fiesta út til gentuna, sum sjeikur sigst at hava verið saman við. Sjálvandi er tað skeg og enntá elegant, at Fiesta’urin er bláur og at ferðin út á Norðasta Horn, har yrkjara-eg’ið skal konfrontera kappingarneytan, tískil er ein óstuttlig festligheit. Men er málið í teimum fyrstu reglunum ikki eitt vet ov barnsligt, sjálvt um yrkjara-eg’ið ikki hevur koyrikort og verður koyrd av onkrum øðrum. Hvørji onnur enn smábørn siga frá klokkan morgun til døgurða? Er yrkjara-eg’ið kanska komið í ørviti av mongu ferðunum aftur og fram í tíð í savninum? Hoyrir hesin tónin ikki til ein av teimum fyrru kapitlunum, har yrkjara-eg’ið er barn? Og er tað ikki samstundis eitt vaksið yrkjara-eg og hennara skemt, sum sæst aftur í bilslagnum og litinum?

Munandi meiri neyvt er tað, og yvirlegið, tá søgan um deyða sonin hjá ommuni, sum øll duga uttanat, verður endurgivin á síðu 39 og syndarliga hendingin, sum førir til hansara deyða, verður kveikt aftur til lívs:

                áin stór
                upp undir jól
                og har gjums! dettur barnið útí
                áarrokið skrykkir gummistivlan av fótinum
                bara tann eina.

Og har gjums! dettur barnið útí. Hetta gjums er eitt fantastisk orðaval og syndarliga væl skrivað, eitt av teimum absoluttu hægstu lápunktunum, har yrkjara-eg’ið megnar at gera tað, sum yrkjara-eg’ið treyðugt vil. Hon yrkir og minnist umvegis endurminningar hjá ommuni og hvat er úrsliti: barnið dettur umaftur í ánna, gjums, ljóðar tað, dramatiskt og við barnsligum talumáli, áin svølgir barnið og barnið druknar. Og tað skal tað hvørja ferð yrkingin verður lisin. Tað er svárt og vakurt, og tú fært ilt!

Og so er tað fullkomiliga líkamikið, um tað er sjálvbiografisk ella ikki, sum Finnur Koba so pillbýtt, vil hava Lív at svara upp í Summartímanum 27. august. Hvør kann svara ja ella nei uppá ein slíkan spurning? Hvør kann lesa hetta yrkingasavnið og so spyrja ein so fordummandi spurning? Og er tað áhugavert fyri onnur enn Finn Koba, um Lív átti eini pør av Buffaloskóm, tá hon var tannáringur? Hví halda mentanar-tíðindafólk fram við at seta so tápuligar spurningar? Sig mær, hvørji svar ynskja teir at fáa? Jamen, hendan yrkingin er sjálvbiografisk, og, øhm hinar eru ikki, ella tað er umleið fifty-fifty, onnurhvør yrking ella regla ella sjálvljóðini eru sjálvbiografisk, hjáljóðini eru ikki. Tað, sum er áhugavert, er hetta fantastiska syrgna orðið gjums, og eg dugi ikki at sleppa tí aftur. GJUMS! Og eg eri í sorið.

Yrkingasavnið “Eg skrivi á vátt pappír” er markað sum poesi og er givin út av forlagnum Eksil. Hon kom út 27. august og er, sjálvt tá hon er torfør, absolutt verd at lesa, bæði í frustratión, men eisini í stórari gleði í støðum. Les hana eins og yrkjara-eg’ið letur okkum vita, les nakrar reglur her og der, tveit savnið frá tær, um tú gerst frustreraður (tað trúgvi eg, at Lív er heilt við uppá), men lova mær, at tú tekur tað uppaftur av gólvinum, at tú byrjar av nýggjum, gevur tær stundir og gert tær stóran ómak við hvørjari yrking. Hjá mær gjørdust tær longu sera góðu yrkingarnar enn betri, og tær minni góðu gjørdust hvørki betri ella verri, tær vóru bara verandi minnið góðar.

EG SKRIVI Á VÁTT PAPPÍR
                Lív Maria Róadóttir Jæger
                Poesi
                Rættlestur: Sanna Andrassardóttir Dahl, Kristina Petersen
                Umbróting, sniðgeving og perma: Lasse Thorning Jæger
                Typografi: Garamond
                Prent: Novagraf, Danmark
                Tøkk til Mentanargrunn Landsins.
                128 síður, 220 kr

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður