Heimatíðindi

Umfatandi kanning av ferðsluni í gjár

2019-05-09 06:56 Author image
Ingi Samuelsen

Rættiliga nógvir bilar vóru í gjár støðgaðir av ferðsluløgregluni og kannaðir um alt var sum tað skuldi.

Í Suðuroy gjørdi ferðslupatrúljan hjá løgregluni eitt átak við skúlarnar í Hvalba og Tvøroyri í gjáramorgunin, har serliga varð hugt eftir, um børnini sótu í trygdarbelti og neyðug trygdarútgerð annars var í bilunum.

Í Hvalba var alt í lagið, men á Tvøroyri vórðu fimm mál skrivað, upplýsir vakthavandi hjá løgregluni. Líknandi átak var eisini við skúlabyrjan við Eysturskúlan í Havn í gjár, men her var heldur einki mál skrivað.

Í Vágum var eitt átak í gjár, har um hálvthundrað bilar vórðu støðgaðir fyri at kanna um dekkini vóru lóglig. Bert ein av bilunum koyrdi við píkum, og fær tí eina áminning frá løgregluni.

Í Vági støðgaði ferðslupatrúljan 112 bilum í eini ferðslukanning í gjár. Her vóru 20 mál tikin upp fyri ymisk brot. Tað snúði seg um brek á lyktunum, koyring uttan koyrikort, niðurslitin dekk, píkadekk, koyring uttan at vera bundin og aðrar feilir í bilinum. Ein prutlførari fær bót fyri at koyra uttan fallhjálm, og ein bilførari fær bót fyri at koyra ímóti ferðslurætninginum, upplýsir vakthavandi. 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður