Kjak

Um hvørsmansrætt, náttúrufriðing og samfelagið vit liva í

Landbúnaðurin í Føroyum uttangarðs er bara seyðahald, og við fáum undantøkum er tað eitt frítíðarítriv og ikki nakar veruligur vinnuvegur longur, í besta føri eitt íkast til onkran annan vinnuveg. Áseyðatal, heilivágur, girðing, taðing og nógv annað sum hevur við seyðahaldið at gera, átti heldur at verið lóggivið fyri, stuðlað og viðgjørt sum náttúrurøkt og mentan – ikki sum intensiv vinna (Mynd: Shutterstock)

Landbúnaðurin í Føroyum uttangarðs er bara seyðahald, og við fáum undantøkum er tað eitt frítíðarítriv og ikki nakar veruligur vinnuvegur longur, í besta føri eitt íkast til onkran annan vinnuveg. Áseyðatal, heilivágur, girðing, taðing og nógv annað sum hevur við seyðahaldið at gera, átti heldur at verið lóggivið fyri, stuðlað og viðgjørt sum náttúrurøkt og mentan – ikki sum intensiv vinna (Mynd: Shutterstock)

2019-11-08 14:36 Author image
Magnus Gaard, lívfrøðingur

Víðagitnu orðini hjá René Descartés (1596-1650) eg hugsi, altso eri eg og hansara skilgreining av menniskjanum í sál og likam hava, meira enn nógv onnur speki, merkt vesturlendska hugsan líka síðan. Náttúruvísindi fingu við tvíbýtinum ímillum sál og likam frið at kanna meira mekanisku síðurnar av lívinum – sálin sást jú ikki undir sjóneykuni kortini. Hana kundu prestar og heimspekingar so taka sær av.  Menningin, sum tey empirisku náttúruvísindini settu í gongd, hevur verið eyðsæð síðani. Sjálvt um sálin ikki var tað, sum náttúruvísindini kannaðu, so var lítil ivi kortini um, at hon var har onkustaðni, serliga í okkum – kanska ikki so nógv í náttúruni. Tvey rák eru beinleiðis avleiðingar av hesum hugsunarháttinum. Annað er øll tann tøkniliga menningin, sum gav okkum verkfrøði, ídnaðarkollvelting og veldigar maskinur at gera upprunaskóg til landbúnaðarlendi og timbur. Hitt er, at einstaklingurin fær eina nýggja støðu í tanka og samfelag. Individualisma kundu vit eisini sagt. Ein samfelagslig gongd frá rættindum og skyldum knýtt at slekt og stætt til rættindi knýtt at einstaklinginum í nógv størri mun. Í búskaparfrøði og politiskum ástøði verður einstaklingurin eisini snúningsásin, og tað er grundleggjandi í allari hugsan. Um tað er liberalisman hjá Adam Smith (1723-1790), har sum einstaklingurin bara skal hava frið at virka og selja sínar vørur og sítt arbeiði á einum marknaði, ella arbeiðarin hjá Karl Marx (1818-1883) ella yvirmenniskjað hjá Friedrich Nietzsche (1844-1900), so hava allar hugsjónirnar í nýggjari tíð hesa individualismuna í felag. Hvussu skal samfelagið skipast, so vit øll fáa tað best møguligt?

Franski tilveruspekingurin Francois Flahault hevur eina rættiliga beinrakna lýsing og kritikk av hesum og støðuni, vit sum menniskju og samfelag eru í. Kritikkurin tekur støði í skaldsøguni um Robinson Crusoe hjá Daniel Defoe frá 1719 um tann ultimativa einstaklingin, sum klárar seg á eini oydnari oyggj. Tað er bara maðurin og náttúran. Og alt er har. Øll tingini hann hevur brúk fyri, so hann klárar seg. Í 1776, góð 50 ár seinni, kemur víðagitna verkið hjá Adam Smith Wealth of Nations út. Um einstaklingurin bara fær frælsi at virka og selja sínar vørur á einum fríum marknaði, so verður alt betri fyri okkum øll. Hetta er tann sama individualisman, Robinson Crusoe umboðar. Einsamalla individið sum grundleggjandi kategori. Og av øllum teimum stóru politisku hugsjónunum í nýggjari tíð, er kapitalisman tann formurin fyri politiska individualismu, sum framvegis myndar samfeløgini stórt sæð allastaðni. Har er onki annað boð í løtuni, og trupulleikarnir við verandi samfelagsskipan saman við altjóðagerð og tøkniligari menning hevur eyðsýndar avbjóðingar við sær.

Og tað er her, at franski tilveruspekingurin hevur eitt áhugavert íkast.

Grundað á nýggjar sannroyndir úr sálarfrøði, lívfrøði og málfrøði kemur hann við einum boði, sum er at venda heilt aftur til røturnar í vesturlendskari heimspeki. Tá ið menniskjað mentist sum slag í Afrika fyri 350.000 árum síðan, so mentist eitt samfelag fyrst. Tann stóri heilin er sjálvandi tað anatomiska prógvið upp á Homo Sapiens, sum sæst í aldursgreinaðum beinagrindum. Men alt tað kognitiva, sum gekk fyri seg í heilanum, hevur eisini aðrar fyritreytir enn bara tær anatomisku. Allir tankarnir um náttúruna, hini menniskjuni og deyðan hava samfelagið sum fyritreyt. Stutt sagt, so er heldur provokerandi tesan, at samfelagið kom fyrst, so kom menniskjað Homo sapiens. Fyritreytin fyri at vera til er hini!

Robinson Crusoe er fake, og veruleikin er meira líkur barnabókini Páll púra einsamallur. Dreymurin um allar møguleikarnar uttan hini bleiv til eina marru.

Hjá Flahault er loysnin at royna at fáa eina politiska dagsskrá og búskaparfrøði, sum ikki bara er um at hava, fáa, eiga og býta um, men um at vera eisini.  Eg hugsi altso eri eg, skal víðkast til eg hugsi, altso eri eg – saman við hinum.    


Ogn, skyldur og rættindi

Tað er nú onki forgjørt í at eiga og heldur ikki í ognarrættinum. Tað er heldur onki forgjørt í at býta um ella keypa og selja á einum fríum marknaði. Tað er heilt grundleggjandi í einum rættarsamfelag. Men hvussu skulu vit skipa okkum við lóggávu, tá tað snýr seg um tey virðini, sum eru ring at gera upp í pengum, ella sum vit sum fólkaræði velja ikki at gera upp í pengum?

Hvørjar skyldur og hvørji rættindi hava vit í náttúruni?  Tað eru spurningar, sum hava eina peningaliga tingsliga síðu, men sum als ikki einans kunnu gerast upp í býtivirði!    


Skyldur – náttúruvernd

Fuglafrøðingurin Sir Peter Scott, sum stovnaði WWF í 1961, skrivar í Cosmos Magazine í 2010:

“You know, when we first set up WWF, our objective was to save endangered species from extinction. But we have failed completely; we haven’t managed to save a single one. If only we had put all that money into condoms, we might have done some good.     ”

Hugstoytt, men satt. Tí tað hevur ikki gingið væl við náttúruvarðveitslu og friðing síðan 1961. IPBES gav í 2019 út eina samlaða meting av støðuni, sum bygdi á rættiliga umfatandi gransking og eina ørgrynnu av útgávum. Og niðurstøðan er púra greið hjá teimum: Ein heil millión ymisk sløg eru hótt í heiminum. Amazonas-regnskógurin stendur í ljósum loga, og búøkini hjá orangutangum á Borneo hvørva skjótt, tí McDonalds og aðrar fastfood-handilsketur skulu hava meir og meir lendi til pálmaoljuna, tey steikja síni kips í.

Men hvør er grundhugsjónin handan náttúrufriðingar? Hví skulu vit friða nakað sum helst? Er tað ikki nógv betri at gagnnýta náttúruna, forvinna pening og realisera tey virðini, sum støðugt økti eftirspurningurin skapar í náttúruni?  

Tað liggur nærmast í øllum friðingarproblematikkinum at vera afturhaldandi, og tað hevur eina søguliga grund. Tá ið náttúruvísindi fara frá at vera ein máti at blíva klókari upp á náttúruna til verkfrøði, hevur hetta risastórar avleiðingar fyri samfeløg og náttúru. Við tankunum um ta ósjónligu hondina hjá Adam Smith øðrumegin og náttúruvísindaligu grundaðu verkfrøðina hinumegin er ikki ringt at ímynda sær allar fyrimunirnar fyri fólk og tann búskaparvøksturin, sum kom við ídnaðarkollveltingini. Betri amboð at rudda upprunaskógir til landbúnaðarlendi og timbur var ein avleiðing. Og í øllum hesum meldrinum spretti tann konservativa rørslan. Afturhaldið! Fyrst og fremst var konservativa rørslan sjálvandi ein rørsla at varðveita gomlu samfelagsinstitutiónirnar og tað nationala, sum merkir tað viðfødda ella alt tað, sum vit ikki hava valt sjálvi, men eru fødd inní. Og eisini náttúruran bleiv ein logiskur konsekvensur av hesum. Hon hevur jú nærmast altíð verið har.

Tí er tankin um burðardygd, sum javnaðarpolitikarin Gro Harlem Brundtland ofta fær heiðurin fyri við Brundtland-rapportini frá 1987, í veruleikanum nógv eldri enn so. Vit mugu liva og virka fyri, at okkara eftirkomarar fáa somu møguleikar sum vit hava havt – ella betri møguleikar kanska.

Grundsúlan í konservativum tankagóðsi!

Stór øki blivu friðað um allan heim seint í 19. øld, við grundtankanum, at náttúran í teimum økjunum er so virðismikil, at okkara virksemi og búskaparligi vakstrarhugur ikki mugu sleppa ótarnað at oyðileggja ella broyta náttúruna í økjunum, hvørki nú ella seinni. Yellowstone Park kom sum tann fyrsti tjóðgarðurin í 1872. Og so komu ein ørgrynna av friðingum og friðingarfelagsskapum í øllum heiminum. Friðingar av sløgum, generellar friðingar av natúrtypum og so økisfriðingar vóru ein avleiðing av hesum. 


Hvørsmansrættur og friðing eru tvær síður av somu mynt

Tá ið Danmarks Naturfredningsforening varð stovnað í 1911, var endamálsorðingin hjá teimum eitt sindur broytt í mun til náttúrufriðingarnar, sum høvdu verið frammanundan. Náttúrufriðingar í Danmark vóru frammanundan gjøgnumførdar av náttúrufrøðiligum áhugafelagsskapum sum plantufrøðifeløgum, fuglafrøðifeløgum og jarðfrøðifeløgum. Hjá tílíkum felagsskapum var ongin ivi um, at orsøkin til at friða var at verja náttúruna fyri náttúrunnar egnu skyld. Ikki fyri okkara skyld. Men hjá Danmarks Naturfredningsforening var endamálið øðrvísi. Tey vildu verja náttúruna fyri at tryggja, at fólk fekk møguleika at uppliva hana nú og í eftirtíðini. Í Danmark er ongin hvørsmansrættur galdandi, og størstu partarnir av øllum lendinum eru longu tá veltir til intensivan landbúnað. Men tankin var kortini, at friðing og hvørsmansrættur ganga hond í hond. Og júst tí varð friðað fyri at geva fólki atgongd til náttúruna. Tað eru tvær síður av somu mynt – friðingin og hvørsmansrætturin. Sjálv orsøkin til at varðveita og friða náttúru er, og var, at fólk nú og seinni kunnu uppliva hana. Mann kann eisini venda tí heila við og spyrja, hvørja meining tað gevur at friða eitt øki so nógv, at ongin nakrantíð sær, hoyrir, kennir ella luktar tað. Tá er økið í grundini ikki til í okkara tilveru, men bara til í sær sjálvum. Vit menniskju mugu við í roknistykkið so ella so fyri at tað skal geva meining. Tann einsamalli maðurin á oynni er ikki til, og tað var ein marra, tá Páll bleiv einsamallur. Handan øgiliga gjógvin sum Descartés skapti í okkara huga ímillum menniskju og so ta mekanisku, sálarleysu náttúruna gevur onga meining longur. Vit eru serlig – gamaní, men vit eru vaksin fram í evolutiónini í hesi somu náttúruni, sum vit framvegis liva í og eru knýtt at. Vit hava nógv meira í felag við allar hinar skapningarnir, enn vesturlendsk heimsspeki nakrantíð hevur viljað verið við.

Í Svøríki er hvørsmanrætturin grundlógartryggjaður, meðan hann í Noregi er tryggjaður í einari serligari  fríluftslóg. Í Íslandi fingu tey eina náttúrufriðingarlóg í 1957 og í henni er hvørsmansrætturin staðfestur umframt reglur um hvussu farast skal við náttúruni.


Í Føroyum hava vit hvørsmansrætt

Í Føroyum var ongin lóggáva á friðingarøkinum áðrenn 1970, tá vit sum tað síðsta Norðurlandið fingu okkara fyrstu náttúrufriðingarlóg. Øll lóggáva um lendið áðrenn 1970 var um landbúnað, seyð, mark og girðing. Hvørki náttúrufriðing ella rætturin at ganga ein túr uttangarðs var endamálið við táverandi lóggávu. Tað var ongin trupulleiki, tí fólk gingu í haganum skynsamt og ongin legði nakað í tað, um tey skikkaðu sær væl. Men við náttúrufriðingarlógini frá 1970 broytist hetta í Føroyum. Tí náttúrufriðingarlógin frá 1970 er sjálvandi gjørd eftir danskari fyrimynd, men tó ikki heilt. Júst tí, at mann í Danmark ikki hevur hvørsmansrætt, eru ásetingar í føroysku náttúrufriðingarlógini, sum hava ta fyritreyt og viðurkenna, at vit faktiskt hava hvørsmansrætt í Føroyum. Sorinskrivarin skrivar í 1969 í viðmerkingunum til náttúrufriðingarlógina frá 1970:

“Det er vistnok meget meget sjældent at der er lagt de mennesker hindringer i vejen, der har villet færdes til fods i udmarken”

Og sum úrslit av hesi eygleiðing hevur fyrsti partur av náttúrufriðingarlógini hetta sum fyritreyt. Hann er skrivaður við fyrimynd í norsku fríluftslógini og tað eru ásetingar um at fara væl um, tá ið vit ganga í haganum. Men tað gevur jú onga meining við eini tílíkari áseting, um tað ikki er loyvt at fara í hagan. Niðurstøðan má vera, at vit hava hvørsmansrætt í Føroyum, bæði sum siðvenju, men eisini sum fyritreyt fyri týðandi lóggávu.


Unspoiled – eg meini tað!

Hví er friðing og hvørsmansrættur tann mest týðandi politiska dagsskráin í Føroyum beint nú?

Tað kann gott grundgevast fyri fyrimunum í núverandi náttúrufriðingarlóg. Yvirfriðingarnevndin er óheft, sum tað fyrsta. Allar tær heimildirnar eru í henni, sum gera tað møguligt at friða øki, og hon regulerar byggivirksemi og onnur inntriv í náttúruna. Men nógv er broytt síðan 1970. Bæði fyrisitingarliga og vinnuliga í Føroyum.

Fyri tað fyrsta er serstøðan, landbúnaðurin hevur í núverandi lóggávu, ring at grundgeva fyri longur.  Uttangarðs eru inntriv loyvd, um bara tey eru til landbúnaðarendamál. Og tey inntrivini eru næstan altíð í stríð við andan í allari náttúrufriðing yvirhøvur. Tað er slíkt sum taðing langt burtur í haga, bara tí ein vegur er har, drening í mýrilendum, tí landbúnaðarvirðið er so avmarkað í teimum, og yvirskipaðir lyngheiðar, sum blíva til keðiligar, eintáttaðar grasvøllir av øllum bitinum. Í okkara grannalondum er tílík upprunanáttúra friðað, men vit fáa ikki rættiliga gjørt nakað við hetta við verandi lóggávu. Landbúnaðurin í Føroyum uttangarðs er bara seyðahald, og við fáum undantøkum er tað eitt frítíðarítriv og ikki nakar veruligur vinnuvegur longur, í besta føri eitt íkast til onkran annan vinnuveg. Áseyðatal, heilivágur, girðing, taðing og nógv annað sum hevur við seyðahaldið at gera, átti heldur at verið lóggivið fyri, stuðlað og viðgjørt sum náttúrurøkt og mentan – ikki sum intensiv vinna.

Ein onnur stór broyting og náttúruhóttan síðan 1970 er ein støðugt vaksandi ferðavinna. Øll tann náttúran, vit áttu at vart, verður allarmest eksponerað á Instagram í royndunum at marknaðarføra Føroyar sum eitt  óspilt stað. Men fyri tað fyrsta er tað lygn, at Føroyar eru óspiltar. Vakurt landslag – gamaní, men óspilt – avgjørt ikki. Og nú byrjar skaðin á náttúruna at gerast eyðsýndur nógvastaðni á okkara allarvakrastu plássum. Og hóast náttúrufriðingarlógin hevur ásetingar um at fara væl um í haga, so er hon ikki egnað at regulera vaksandi ferðavinnuna. Tílíka vinnuliga vandalismu fyri lættan vinning, sum vit síggja í løtuni, mugu vit regulera í aðrari lóggávu, og ikki í tankaloysi gera okkum inn á friðingarlóg, hvørsmansrætt og trivnaðin hjá føroyingum sum heild.

Føroyar eru eitt sera lítið oyggjaland og samfelag. Og tey flestu av okkum eru ein partur av hesum lagnufelagskapinum, uttan at vit so frægt sum hava valt tað sjálvi. Tað er bara so. Ein sera stórur partur av einum vælvirkandi samfelag við glaðum fólkum er treytaður av heilt øðrum tingum enn teimum, sum standa í árligu frágreiðingini hjá búskaparráðnum. Tað handlar ikki bara um at hava, fáa, eiga og býta um, men at vera her saman við hvørjumøðrum. Og her verður skjótt rættiliga trongt, um verandi gongd heldur fram.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður