Uber er ein hýruvognsfyritøka

Mynd: Visualhunt.com

Uber er ein hýruvognsfyritøka

2017-12-20 14:21 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Fyritøkan Uber, hevur gjørt innrás í flestu stórbýum í Evropa og USA. Fyritøkan virkar í høvuðsheitum sum ein vanlig hýruvognafyritøka, men er samstundis øðrvísi á nógvar grundleggjandi hættir. Fyritøkan virkar fyrst og fremst gjøgnum eina app, har fólk kunnu tasta inn, hvagar tey vilja koyrast og so kemur ein bilførari og heintar teg og koyrir teg hagar tú vilt. Tænastan er munandi bíligari enn vanligir hýruvognar, og er sostatt sera væl móttikin. Fyritøkan verður ofta bólkað sum eitt dømi um býtisbúskap.

Medaljan hevur tó eina baksíðu, og hon er, at Uber-tænastan virkar á kantinum av lógini, og hevur gjørt lívið rættiliga trupult fyri siðbundnu hýruvognstænastuna. Vantandi lóggáva á økinum, hevur gjørt tað trupult hjá londum, at harta Uber fyri sínar arbeiðshættir. Uber hevur eisini verið í fleiri gølum, sum vísa á vánalig arbeiðskor fyri starvsfólkini. 

Fyri stuttum fekk Uber boð um, at tað skuldi virka eftir somu treytum sum hýruvognar gjørdu, í býnum Barcelona. Hetta gjørdist eitt sakarmál, tí Uber vildi ikki taka við boðunum, tí tey søgdu seg ikki vera eina hýruvognsfyritøku.

Í dag hevur ES-dómstólurin kunngjørt, at Uber er ikki ein talgild tænastufyritøka, men ein hýruvognsfyritøka, og skal tískil eisini virka undir somu reglum.

Sambært BBC er hendan kunngerðin ein roynd hjá lógarverkinum at royna at fáa greiðu á, tí torskilda hugtakinum "gig-economy", ið lýsir ein búskap, ið er alsamt meira merktur av fólkum, ið gera nógv smærri arbeiði, og eru tískil ikki tengd at bert einum arbeiðsplássi ella arbeiðsgevara. 


placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður