U19 gentur í flogbólti í fjórðingsfinalu

U19 gentur í flogbólti í fjórðingsfinalu

2017-10-28 11:43 Author image
Innsent

U19 genturnar, sum eru í evropeiskari kapping í Onglandi í hesum døgum, vunnu í gjár 3 – 1 á Íslandi.

Tær komu ikki væl frá byrjan, og taptu fyrsta settið 18-25, men so kom vend í, hóast at tað gjørdist sera spennandi og javn.

Føroyar vunnu øll hini settini við bert tveimum stigum á muni: 25-23, 26-24 og 25-23. Eitt stórt bragd hjá føroyska liðnum og føroysku venjarunum Kristian Mikkelsen og Jákupi Fjallsbak.

Fyrr í dag leikti liðið í móti Norra, men tá taptu tær 3-0, við settmuninum 16-25, 13-25 og 14-25.

Føroyar gjørdust sosatt nr. 2 í bólkinum, og skal í morgin leika fjórðingsfinalu ímóti nr. 3 í hinum bólkinum, sum gjørdist Ongland.

Hesin dysturin byrjar klokkan 11.30.

Dysturin verður stroymaður her.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður