Heimatíðindi

U19 dreingirnir í flogbólti tóku eitt sett frá Noregi

U19 dreingirnir í flogbólti tóku eitt sett frá Noregi
2017-10-28 09:07 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

U 19 dreingirnir, sum eru í evropeiskari kapping í Onglandi í hesum døgum, tóku í gjár eitt sett í móti Noreg. 

Dreingirnir tóku øll av bóli, og vunnu fyrsta settið 28-26, men kláraðu ikki at halda áfram við góða spælinum, og gjørdu ov nógvar feilir. Hini settini endaðu við ósigri á 22-25, 20-25 og 17-17, og sostatt við einum ósigri upp á 3-1.

Fyrr í gjár spældu teir ímóti einum av favorittunum – Svøríki – og tá taptu teir greitt 3-0 (25-17, 25-12 og 25-14.)

Í morgin skulu teir spæla fjórðingsfinalu ímóti Onglandi, sum gjørdist nr. 2 í hinum bólkinum.

Hesin dysturin byrjar klokkan 9,30.

Dysturin verður stroymaður her.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður