Heimatíðindi

TÝR á stóra konsertferð í USA

TÝR á stóra konsertferð í USA

Mynd: metalblade.com

2018-02-22 10:58 Author image
Jákup Højgaard

TÝR kunngjørdi á facebook síðu síni í gjár at teir aftur nú fara á konsertferð í norðuramerika. Hvar teir spæla er tó ikki almannakunngjørt enn.

Við sær á ferðini hava teir amerikanska bólkin Ghost Ship Octavius, Aeternam úr Kanada og Orphaned Land úr Ísrael. 

Føroyingar, ið ynskja sær at hoyra TÝR mugu brynja seg við toli. Í løtuni eru teir ikki kunngjørdir at spæla nakrastaðni í Føroyum í ár. Men teir spæla í Svøríki í august.

TÝR arbeiður eisini í løtuni við nýggjari fløgu. Seinast teir góvu fløgu út var tá teir góvu út Valkyrju í 2013.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður