Heimatíðindi

Tvørmegi: "Vit vilja hava eitt reint og rættvíst venjingar- og kappingarumhvørvi"

(Mynd: Tvørmegi CrossFit)

(Mynd: Tvørmegi CrossFit)

2019-01-03 11:22 Author image
Turið Justinussen

Tvørmegi, ið var fyrsta venjingarmiðstøð í Føroyum, ið gjørdi samstarvsavtalu við Anti Doping Føroyar og Anti Doping Danmark ynskir, at styrkilyfting verður góðkend sum ítróttargrein, so íðkarir hava sjálvvirkandi skyldu at fylgja doping-reglunum

Ímeðan limir í Ítróttarsambandi Føroya hava sjálvvirkandi skyldu at fylgja Dopingreglugerðini hjá ÍSF, er tað upp til føroysku venjimiðstøðirnar sjálvar at fáa limaskap í ÍSF og samstarvsavtalu í lag til tess at fyribyrgja doping.

Samstarvsavtalan kostar 3.500 krónir árliga uttan nakran eykakostnað og inniber, at ávísa venjimiðstøðin saman við Anti Doping Føroyar og Anti Doping Danmark í felag ynskja at hava eitt skipað eftirlit við doping.

Les eisini: Anti Doping: "Vit fara ikki inn og kanna ein tilvildarligan motionist"

Tvørmegi, sum er einasta CrossFit venjingarmiðstøð í landinum, ynskir tó at broyta hetta so, at sjálvvirkandi skyldan eisini umfatar styrkilyfting, ið er partur av fjølbroyttu CrossFit-venjingini, Tvørmegi bjóðar.

Skal hetta broytast, er neyðugt at góðkenna styrkilyfting sum ítróttargrein.

[object Object]

Ynskja styrkilyfting góðkenda sum ítróttargrein
Styrkilyfting er í løtuni ikki roknað sum ítróttargrein í Føroyum, men er tað í Danmark, og á heimasíðuni hjá Dansk Styrkeløft Forbund, ber til at lesa meira um styrkilyfting sum ítróttargrein.

Heini Hátún, ið er stjóri og ein av teimum triðmum eigarunum av Tvørmegi heldur, at eisini í Føroyum, eigur styrkilyfting, at verða roknað sum ítróttargrein, tí so hava allir íðkarir, ið gerast limir í ítróttarfelagnum, nenviliga sjálvvirkandi skyldu at ganga undir doping-reglum hjá avvarðandi felagsskapi. Sambært Heina Hútún, er orsøkin hendan:

- Vit vilja hava eitt reint og rættvíst venjingar- og kappingarumhvørvi við skipaðum eftirliti, sigur Heini Hátún, ið samstarvar við Yndi Fitness, Burn Fitness og Fullpower Føroyar, ið nú eisini hava samstarvsavtalu við Anti Doping Føroyar og Anti Doping Danmark, um at stovna eitt kraftítróttarfelag, ið skal virka fyri at menna styrkilyft og olympiska vektlyfting sum kappingarítróttí Føroyum, og á hendan hátt fáa styrkilyfting góðkent sum ítróttargrein, eins og tað er í øðrum londum:

- Í løtuni arbeiða vit við at skilmarka endamál og viðtøkur felagsins og søkja um at fáa eitt sersamband, sigur Heini Hátún.

Virka fyri reinari og rættvísari kapping
Yndi Fitness skipar árliga fyri kapping, har styrkilyftarir kunnu seta met í samsvar við altjóða IPF (International Powerlifting Federation) reglugerðini, har tað millum annað stendur skrivað soleiðis:

"Heimsmet kunnu bara verða góðkend, um viðkomandi lyftari verður dopingkannaður beint eftir kappingina fyri hansara vektflokk, og at eftirlitið fer fram sambært IPF - (WADA) reglum."

Í algongdu reglugerðini hjá Yndi Fitness stendur annars einki um doping-reglur. Í reglugerðini hjá Tvørmegi, stendur skrivað soleiðis:

§17 "Antidoping politik Såfremt Tvørmegi CrossFit Tórshavn bliver medlem af Ítróttarsamband Føroya. Du er som medlem forpligtet til at lade dig teste for doping, hvis uvildige repræsentanter fra Anti Doping Myndighederne forlanger det. Nægter du at lade dig teste, uanset årsagen hertil, bliver det betragtet som en positiv prøve. En positiv prøve medfører, at dit medlemskab ophører med øjeblikkelig virkning, og at du skal betale for alle omkostninger i forbindelse med dopingtesten. Oplysninger om din evt. positive prøve bliver givet videre til Anti Doping Myndighederne."

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður