Heimatíðindi

Tvey uppskot at loyva kommunalum íbúðarfeløgum

Heimasta Horn (tilvildarlig mynd: bustadir.fo)

Heimasta Horn (tilvildarlig mynd: bustadir.fo)

2018-09-10 18:43 Author image
Ingi Samuelsen

Eitt tekin um, at bústaðartrotið er vorðið ein høvuðsleikari í føroyskum politikki upp til komandi løgtingsval sást í tinginum í dag. Tingið fekk ikki færri enn tvey uppskot, sum bæði ganga út uppá at geva kommununum heimild til at leiga út bústaðir til borgararnar.

Bæði uppskotini eita ”Løgtingslóg um heimild hjá kommunum at leiga út bústaðir”. Sjálvstýri eigur annað uppskotið, meðan Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, eigur hitt.

Sjálvstýrið sigur soleiðis um sítt uppskot: ” Almenna umrøðan seinastu tíðina vísir, at bústaðarneyðin er stór í Føroyum. Javnan hoyrist um fólk, sum ikki finna tak yvir høvdið. Privati marknaðurin er enn hin størsti í Føroyum, men hann nøktar ikki tørvin, og Bústaðarfelagið er einasti almenni aktørurin. Skal bústaðartrupulleikin loysast, er tí alneyðugt at lyfta í felag, og við uppskotinum fáa føroysku kommunurnar heimild til sjálvar – ella saman við øðrum – at fara undir fjølbroytta bústaðarbygging og harvið gerast partur av loysnini.”

Sonja Jógvansdóttir sigur soleiðis um sítt uppskot: ” Fólkatalið í Føroyum er nógv vaksið seinastu árini, og tørvurin á bústøðum hevur ongantíð verið størri, hóast nógvir nýggir bústaðir eru komnir seinastu árini. Fleiri kommunur eru, sum hava eftirlýst eini heimild fyri at kunna útvega bústaðir til borgarar sínar. Væntast kann tískil, at summar kommunur eru, sum vilja taka av møguleikanum at útvega leigubústaðir til borgarar sínar.”

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður