Tvey nýggj fiskasløg funnin í føroyskum sjógvi

Mynd: Havstovan.fo

Tvey nýggj fiskasløg funnin í føroyskum sjógvi

2017-10-04 11:25 Author image
Innsent

Í farnu viku kom Magnus Heinason inn av einum rannsóknartúri á djúpum vatni. Á túrinum vórðu heili 114 ymisk sløg skrásett, harav 86 teirra vóru fiskar. Tvey fiskasløg vóru skrásett fyri fyrstu ferð undir Føroyum: Chiasmodon niger og Scopelogadus beanii, sí myndir niðanfyri.



Chiasmodon niger (á donskum “slukhalsfisk”, á enskum “Black swallower”), 115 mm langur og vigar 14 gram. Fingin á umleið 900 metra dýpi millum Føroyabanka og Bill Baileybanka.



Scopelogadus beanii (á donskum “Beans kogleskælfisk”, á enskum “Beans bigscale”), er 96 mm langur og vigar 14 gram. Fingin á umleið 800 metra dýpi norðan fyri Bill Baileybanka.

Hetta er fjórða árið á rað, at tílík kanning verður gjørd. Endamálið er serliga at kanna brosmu, blálongu, gulllaks, stinglaks, langasporl, trantkongafisk og svartkalva. Fyri hesi fiskasløg er skrásett longd, vekt, kyn og búningarstig, og magar kannaðir. Haraftrat eru nytrur tiknar til nærri greiningar.

Um nøgdin í kg pr. støð verður samanborin við hini árini, so er nøgdin av brosmu og svartkalva nærum óbroytt, meðan nøgdin av blálongu, gulllaksi, stinglaksi, langasporli og trantkongafiski er nakað minni.

Frágreiðingin frá túrinum sæst við at trýsta her.



 

placeholder

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Terji murrar við til lívsins ró

Terji murrar við til lívsins ró

– Eg helt ikki, at eg dugdi nakað ávíst serliga væl, og tí valdi eg bara tað stuttligasta av teimum lutum, sum eg ikki dugdi...

Author image Leif Láadal

Meira langlesnaður