Tveir nýggir koronatilburðir í gjár

2020-04-23 07:24 Author image
Sveinur Tróndarson

Tað gongur væl, men tó ikki heilt so væl, sum vit høvdu ynskt.

Talið av koronatilburðum hevur seinastu nógvu dagarnar verið øgiliga lágt, og síðan 4. apríl hava myndugleikarnir bara staðfest fýra nýggjar tilburðir. Tveir av teimum í gjár.

Tað upplýsir Heilsumálaráðið í dagligu kunningini, sum verður send út hvønn morgun.

Í tíðindabrævinum, sum varð sent út í morgun, stendur at lesa, at Landslæknaembætið í gjár fann tveir nýggjar tilburðir millum tey 105, sum lótu seg kanna.

Tað vil siga, at nú hava í alt 187 føroyingar fingið staðfest korona-smittuna. Men 178 av teimum eru blivnir frískir aftur, og tí er samlaða talið av aktivum korona-tilburðum í løtuni níggju. 

Tað áhugaverda við hesum talinum er, at hetta er fyrstu ferð seinasta dag í mars, at talið av aktivum tilburðum er økt. Tá fór tað úr 93 upp í 96, og líka síðan tann dag er talið av aktivum koronatilburðum fallið. í fyrradagin vóru sjey føroyingar sjúkir av korona.

Tað talið er nú níggju.

Samanlagt eru tað 2,6 milliónir fólk kring allan heimin, sum hava fingið staðfest korona-smittuna. Av teimum eru 850.000 í USA. Tað vil í grundini siga, at triði hvør tilburður av korona er staðfestur í USA.

Í alt eru 185.000 fólk deyð. Eisini har er USA ovast á listanum við 48.000 fólkum, sum eru deyð av ella við korona.

Føroyar hava í langa tíð ligið fremst, tá tað hevur snúð seg um kanningartíttleika, men um dagarnar sníktu íslendingar seg framum. Men nú eru vit aftur ovast, um enn tað bara eru komma-tøl, sum gera tað. Tað rættara er nokk at siga, at Føroyar og Ísland saman liggja fremst. Bæði londini hava kannað tað sum svarar til 13 prosent av fólkinum.

Til samanberingar hevur USA bara kanna 1,3 prosent av fólkinum.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður