Nýtt tunnilslið skal bora tunlar til smærru bygdirnar

2017-03-31 15:58 Author image
Dimma

Landsverk fer at stovna eitt nýtt tunnilslið, sum eftir ætlan fer at bora tunlarnar til smærru bygdirnar.

- Hesar farleiðir hava í mong ár ikki verið nóg tryggar, og løtan er tí komin til at gera tunlar heldur enn at bøta um verandi vegir”, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Á fíggjarlógini fyri 2018 verður peningur játtaður, so Landsverk kann útvega sær boriútgerð og fara undir at bora so langt, sum játtanin røkkur á hvørjum ári. Nakrar av farleiðunum, ið hava verið nevndar, eru farleiðin til Fámjins, til Dals, Tjørnuvíkar og til Gjáar umframt aðrar. Støða er ikki enn tikin til raðfylgjuna av tunlunum.

Mett verður, at tað er bíligari at lata Landsverk gera tunlarnar til smærru bygdirnar, tí tá verða teir gjørdir fyri kostprís, og játtanin røkkur longri. Gásadalstunnilin, ið lat upp fyri almenninginum fyri 10 árum síðani, var seinasti tunnilin, ið Landsverk sjálvt gjørdi, og var hann bíligur at gera.

Væntandi kann tunnilsliðið bora umleið 750 metrar um árið. Landsstýrismaðurin fer í næstum saman við Landsverki at viðgera, hvør ið skilabesta skipanin av tunnilsliðnum og boringini er.

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður