Heimatíðindi

Trýsta á fyri at lata upp

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-05-20 11:00 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Fyri góðari viku síðani boðaði Ísland frá, at tey lata mørkini upp fyri ferðandi úr Føroyum og Grønlandi.

Ísland letur mørkini upp fyri ferðafólkum sum heild 15. Juni, men longu nú er møguligt hjá føroyingum at fara til Íslands uttan at noyðast í sóttarhald.

Í fleiri umførum hevur verið at hoyrt, at hetta er nakað tað sama ferðavinnan í Føroyum eisini ynskir, at vit gera. Um landamarkið verður latið stigvíst meira upp, kann tað verða ein lítil bati fyri ferðavinnuna, sum í løtuni er illa stødd.  

- Tað setur sjálvandi eitt ávíst trýst á hvat vit skulu gera og um vit eisini skulu lata upp fyri íslendingum. Trýstið kemur meira innanífrá frá okkara egnu, enn frá øðrum, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum.

Helgi Abrahamsen sigur, at tað verður arbeitt við ymiskum støðum um hvussu hetta kann lata seg gera, men enn er ikki ein ítøkilig ætlan gjørd um júst hetta og kravið er enn, at øll skulu í sóttarhald, tá tey koma til Føroya.

- Tað er ikki heilt soleiðis, at vit vilja gera tað sama sum hini, men tað er umráðandi, at vit gera tað sum vit hava brúk fyri at gera. Hetta er sjálvandi ein løgin støða vit eru í og vit vilja øll úr henni aftur sum skjótast. Hinvegin noyðast vit eisini taka atlit til hvat váðin er við at lata upp fyri ferðandi, sigur Helgi Abrahamsen.

 

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður