Uttanlands

Trump skapar balladu á Twitter

Trump hevur boðað frá, at kvinnur í kongressini skulu fara heim aftur til teirra egnu kriminellu lond. Hóast tríggjar av teimum eru føddar í USA. Mynd: Shutterstock

Trump hevur boðað frá, at kvinnur í kongressini skulu fara heim aftur til teirra egnu kriminellu lond. Hóast tríggjar av teimum eru føddar í USA. Mynd: Shutterstock

2019-07-15 17:02 Author image
Hergeir Staksberg

So hevur Trump aftur sagt sína hugsan á Twitter. Og enn einaferð eru nógv fólk í øðini, tí tey meta boðini frá Trump vera rasistisk og óhóskandi

Hesi vóru boðini, sum Trump deildi á Twitter:

- Áhugavert at síggja progessivar demokratar í kongressini, sum upprunaliga eru úr londum, har stjørnin er ein fullkomin katastrofa. Vit tosa um tey ringastu, mest korruptu og óhóskandi støðini í heiminum.

-Hart og óndsinnað fortelja tey fólkinum í USA - tann besta og valdsmiklasta natiónin í heiminum - hvussu vit skulu stýra okkara landi. Hví fara tey ikki aftur til tað staðið, har tey koma frá og fáa skil upp á teirra egnu kriminellu lond, har alt er liggur í sori.

Stutt eftir boðini hjá Trump kom tað fram, at tríggjar av kvinnunum, sum heldur skuldu fara heim til teirra egna land, eru føddar í USA. Sambært New York Times er tann fjórða og seinasta kvinnan ættað úr Somalia, og hevur búð í USA síðani hon var 12 ára gomul.

Í morgun boðaði talsmaðurin hjá Downing Street frá, at forsætisráðharrin Theresa May helt málburðin í boðunum til kvinnurnar vera fullkomuliga óhóskandi.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður