Avgerðin fær virknað alt fyri eitt, tó at ein fyrireikingartíð fyrst skal setast í verk, veit tíðindastovan AFP at siga.
Amerikanski verjumálaráðharrin, Ash Carter, kunngjørdi sambært tíðindastovuni avgerðina á einum tíðindafundi tann 30. juni, og segði millum annað, at ymsu verjudeildirnar í amerikonsku verjuni nú hava eitt ár til at fyrireika seg til, at transpersónar kunnu gerast fullgildigur partur av herinum. Millum annað skulu skipanir setast í verk, so transpersónar fáa endurgjald fyri tann heilivág, sum verður brúktur í sambandi við at liva sum transpersónur.
Tað at vera samkyndur ella transpersónur hevur annars ikki verið lætt í amerikonsku verjuni, men fyri fimm árum síðani tók verjumálaráðið avgerð um, at samkynd alment kunnu standa fram. Nú er so túrurin komin til transpersónar.