Toylon tikin í nýtslu

Toylon tikin í nýtslu

2017-09-18 12:15 Author image
Innsent

Seinnapartin fríggjadagin bleiv nýumvældi bygningurin Toylon, sum liggur á M. A. Winthers gøtu og J. H. Schrøters gøtu, tikin í nýtslu. Klippfisk hevur áður húsast í bygninginum, og nú verður filmurin skiftur út við seymistovu í erva og glaslist í kjallaranum.
Á lítlari samkomu seinnapartin segði Annika Olsen, borgarstjóri, nøkur orð, tá ið stásiliga umbyggingin bleiv tikin í nýtslu.

- Kvøldskúlin hevur prógvað, at hann er ein skúli fyri øll, og at tilboðini skulu fevna um allar aldursbólkar og sosialar bólkar. Skúlin kemur tí uttan nakran iva framhaldandi at fáa stóra politiska vælvild, segði hon millum annað..
Annika Olsen takkaði eisini starvsfólkunum á Kvøldskúlanum fyri tolni í tilgongdini og teirra ídni fyri at fáa alt at bera til, eins og hon veitti eina tøkk til verkætlanarleiðaran á teknisku fyrisiting. Eysturlon hevur staðið fyri arbeiðinum at umvæla bygningin.
Á myndini síggjast Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs, Annika Olsen, borgarstjóri, og Jógvan Sørin Hansen, leiðari á Kvøldskúlanum.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður