Heimatíðindi

Tórsvøllur liðugur í 2021

Soleiðis fer Tórsvøllur at síggja út í 2021, tá vestara skýlið er liðugt bygt.

Soleiðis fer Tórsvøllur at síggja út í 2021, tá vestara skýlið er liðugt bygt.

2019-03-06 16:40 Author image
Turið Justinussen

Ímeðan bygt verður, eru 1.600 færri áskoðarapláss á Tórsvølli, men tá vesturskýlið eftir ætlan stendur liðugt á vetri í 2021, fer Tórsvøllur at hava munandi betri og dagførdar umstøður og hentleikar

Tað gamla FSF húsið bleiv tikið niður í mai mánaða í fjør, og arbeiðið byrjaði av álvara síðsta summar.

- Vit hava brúkt nógva tíð at fyrireika lendið, og grevstrararbeiðið hevur verið umfatandi og drúgt. Nú gongur byggiarbeiðið sera væl, og tað fylgir tíðarætlanini, sigur Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari hjá Fótbóltssambandi Føroya í samrøðu við Dimmalætting. 

Eftir ætlan verður nýggi Tórsvøllur liðugur á vetri í 2021, og fer at síggja soleiðis út:

[object Object]

Betri umstøður og hentleikar
Verkætlanin við vesturskýlinum er síðsti liður í, at Tórsvøllur skal røkka “Category 4” ásetingini fyri leikvøllir til altjóða landsdystir.

Til tess at røkka hesum, skal umklæðingin til spælarar og dómarar betrast, eins og umstøður til dopingkanningar og læknarúm skulu betrast.

- Umstøður og hentleikar til tíðindafólk, VIP-gestir og onnur vitjandi, eitt nú í samband við skeið og rástevnur, skulu eisini upp á hægri stig, greiðir Kristin Dam Ziska frá. 

Á ovastu hædd eru góðir møguleikar fyri fleirnýtsluhølum í teimum sonevndu sky-boksunum, ið vit kenna frá stórum fótbóltsstadion í útheimi. Hesi høli eru partar av kravdu VIP-fasilitetunum í sambandi við landsdystir, men kunnu eisini nýtast til eitt nú fundarhøli og annað, tá dystir ikki verða leiktir. 

Fyribils færri áskoðarapláss
Sambært byggisáttmálanum verður øll byggingin liðug í februar mánaða í 2021, og arbeiðið verður skipað soleiðis, at landsdystir og venjing annars á Tórsvølli ikki verður tarnað, men ímeðan bygt verður, hevur Tórsvøllur bert pláss fyri 3.400 áskoðarum, ið ynskja at hvíla likamstyngdina á einum setri til dystirnar.

Hetta eru 1.600 færri enn áður, men endamálið er ikki at fáa fleiri áskoðarapláss, men at dagføra tey og fáa tey undir tak og lúka “Category 4” krøvini. 

- Tá vesturskýlið er liðugt bygt, verður aftur pláss fyri 5.000 áskoðarum, upplýsir Kristin Dam Ziska í samrøðu við Dimmalætting.

Kostar samanlagt 270 milliónur krónur
Eins og við øllum undanfarnu útbyggingarstigunum síðani 2010, verður byggingin av Vesturskýlinum fíggjað av Tórshavnar kommunu og Fótbóltssambandinum í felag.

Tá Tórsvøllur er liðugt útbygdur hevur samlaða útbyggingin kostað umleið 270 milliónur krónur. Av hesum hevur FSF goldið umleið 166 milliónur krónur og er so at siga allur hesin peningur goldin við stuðuli frá UEFA og FIFA.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður