Heimatíðindi

Toskurin á Føroyabanka um at koma seg

Mynd: Knút Olsen

Mynd: Knút Olsen

2020-03-26 14:56 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Søguliga lítið av toski og hýsu hevur verið á Føroyabanka síðani 2006, og í 2009 varð tí gjørt av at friða bankan. 

Nú bendir á, at toskurin er um at koma seg aftur, skrivar Havstovan á heimasíðuni.
Í 2017 sást, at hýsan var komin fyri seg aftur, men meira striltið gekk við toskinum.

Fyrstu ábendingarnar um, at toskurin á Føroyabanka var í ferð við at koma fyri seg aftur vóru á yvirlitstrolingini í september 2019, og yvirlitstrolingin í mars 2020, sum júst er liðug, bendir á tað sama, skrivar Havstovan. 

Tikin vórðu 17 hál, sum hvørt vardi ein tíma, og nøgdin av stórum og feitum toski var heili 12,2 tons. Hetta er ájavnt við miðal fyri árini frá 1996 til 2003, áðrenn
fiskaloysið byrjaði.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður