Heimatíðindi

Tórshavnar kommuna tíðindafund um upplating

2020-04-20 08:40 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Tóshavnar kommuna hevur tíðindafund í dag klokkan 11. Tíðindafundurin verður í Kongshøll, har Tórshavnar kommuna við útgangsstøði í teimum tilráðingum, sum landsmyndugleikarnir eru komnir við, fer at kunna um støðuna í kommununi, nú Føroyar lata varliga uppaftur. 

Á fundinum verða Annika Olsen, borgarstjóri og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Tey fara at kunna um støðuna í kommununi og umhvørji stig verða tikin í Tórshavnar kommunu, nú virksemið í kommununi aftur verður økt varliga.

 

Tíðindafundurin verður stroymdur á torshavn.fo

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður