Tórshavnar kommuna hevur sett Siri Helgadóttir Tórgarð (í miðjuni) í starv sum integratiónssamskipara.
Tað upplýsir kommunan á heimasíðu síni.
Kommunan hevur í longri tíð arbeitt við átøkum og skipanum innan integratión, og fyrr í ár varð avgjørt at skipa eitt starv burturav til hetta vaksandi virkisøkið.
Økta tilflytingin til høvuðsstaðin við nýggjum borgarum úti úr heimi hevur við sær tørv á skipanum og tænastum bæði til borgararnar og kommununa sjálva sum tænastuveitara og arbeiðsgevara.
Siri byrjaði í starvinum 1. november. Saman við trivnaðarnevnd Tórshavnar býráðs verður nú neyvari ætlan løgd fyri arbeiðinum, har tað verður lagdur dentur á at fáa í lag skipaðar mannagongdir, málrættað tænastustøði og økt innlit í integratiónsøkið sum heild.
Samskiparin skal skipa fyri átøkum og samstarvi innan økið og veita kunning og vegleiðing til tilflytarar og aðrar áhugabólkar.
Kelda: torshavn.fo