Heimatíðindi

Tórshavnar kommuna biður um umbering

torshavn.fo

torshavn.fo

2020-06-23 15:00 Author image
Bryndis Hjartardóttir

- Vit eru afturúr og ov sein á veg. Arbeiðið er dottið niður ímillum og tað er at harmast um, men tað verður tikið við í næsta útboði, sigur Barbara Mikkelsen, virkandi býararkitektur í Tórshavnar Kommunu. 

Arbeitt verður nú við at snøgga og rudda kirkjugarðin við Velbastaðvegin, sum annars hevur staðið illa røktaður seinastu tíðina. 

Les eisini Kirkjugarðurin eigur ongan góðan


Fleiri havnarfólk hava annars undrast á, at serliga kirkjugarðurin við Velbastaðvegin hevur verið illa røktaður seinastu tíðina. Grasið hevur verið ósligið og gravir nærum goymdar undir villum blómum og síðum grasi.


Orsøkin er at hetta arbeiðið av misgáum ikki var við í útbjóðingini, sum var boðin út fyrr í summar. Hetta verður tó rættað uppá nú og fyritøkan Hjálpirót er biðin um at sláa garðin. Røktararbeiðið verður væntandi boðið út seinni í vikuni.

- Tað er ikki tí at vit hava niðurraðfest tað, men arbeiðið var av misgávum ikki við í útbjóðingini. Vit hava sett arbeiðið í gongd nú, bæði við veitarum og okkara egnu fólkum, so røktin er nú farin í gongd, sigur Barbara Mikkelsen.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður