Heimatíðindi

Tórshavn maraton í bíðistøðu

(Mynd: Faroe Photo)

(Mynd: Faroe Photo)

2020-03-30 10:41 Author image
Bryndis Hjartardóttir

- Tað sær svart út, men vit liva enn í vónini.

Tað sigur Ann Thomsen, forkvinna í Bragdinum, sum skipar fyri Tórshavn Marathon, nú tað er ivasamt hvussu verður við stóra kapprenningini í ár.

- Eftir ætlan skal tiltakið hjá Bragdinum verða 7. juni 2020, men í løtuni eru vit eitt sindur í bíðustøðu, sigur Ann Thomsen, forkvinna í Bragdinum.

Hon leggur afturat, at tey javnan tosa saman um støðuna, og enn liva í vónini um at tað fer at bera til, men tað sær svart út.

- Eftir páskir ella aftaná næstu tilmælini vita vit meira, sigur hon.

Umleið 350 tilmeldingar eru komnar til ársins marathon, og tað eru fólk úr 30 ymiskum londum sum hava meldað til. Í Bragdinum fáa tey javnan fyrispurningar um hvussu verður við tiltakinum, men í løtuni er ringt at taka støðu til, hvat fer at bera til.

- Tað letur til, at summi av teimum útlendsku rennarunum ikki halda, at korona hevur gjørt um seg her á leiðum, greiður Ann Thomsen frá.

Tilmeldingarnar vóru nógvar áðrenn koronatiltøkini vórðu sett í ver, men aftaná steðgaði upp við tilmeldingum. Tó hava tey fingið nakrar einkultar afturat. Í fjør luttóku umleið 700 rennarar í Tórshavn marathon.

Endalig støða, um tað er ráðiligt at hava tiltakið, verður tikin um næstu tilmælini gera tað møguligt ella ómøguligt at skipa fyri Tórshavn Marathon.

- Men so verður talan um avlýsing og ikki útseting. Tað er sjálvandi harmiligt, men tað ber illa til at útseta eitt slík tiltak. Nógv fyrireiking fer til eitt slíkt tiltak, og í ár er eisini ætlanin, at fáa tíðtakingartól uttanífrá, sigur Ann Thomsen, forkvinna í Bragdinum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður