Heimatíðindi

Torkil nøgdur hóast úrslitini ikki hava verið til staðar

Torkil nøgdur hóast úrslitini ikki hava verið til staðar

(Savnsmynd: Team VirtuCycling)

2018-08-06 19:31 Author image
Ingi Samuelsen

Í gjár endaði størsta súkklukappingin á árinum í Danmark, Postnord Danmark Runt, sum er ein kapping, sum gongur yvir fimm dagar.

Liðið hjá føroyska súkklaranum, Torkili Veyhe, sum skifti navn frá Team Virtu Cycling til Team Waoo beint fyri kappingina, hevði sett sær fyri at gera seg galdandi í kappingini og fáa eitt gott úrslit. Men tað eydnaðist ikki.

Besti maður á liðnum, Aleksander Kamp, datt av topp10 á síðsta degnum, men kundi tó vera nøgdur yvir annað plássið, sum hann fekk á sokallaðu kongaetapuni í Vejle á øðrum degi, har tað bert tann eini súkklarin vann á honum, krútsterki belgiski cross-heimsmeistarin, Wout van Aert, sum eisini gjørdist samlaður vinnari av Danmark Runt kappingini hesaferð.

Eitt 24 pláss samlað til Torkil er onki at reypa av í mun til flotta sætta plássið, sum hann fekk í fjør, tá hann súkklaði fyri Team ColoQuick.

Øðrvísi uppgáva
- Nei, uppgávan var eitt sindur øðrvísi í ár enn í fjør. Nú súkkli eg á einum størri liði, sum fer meira málrættað eftir at klára seg væl í samlaðu kappingini, og tí eru vit nakrir, sum skulu súkkla fyri tann, sum verður mettur at hava besta kjansin á degnum.

- Tað eru nokk tey fægstu, sum geva sær far um, at súkkling í stóran mun er ein liðítrótt, hóast vit so at siga bert hoyra um tann, ið fer fyrstur um mállinjuna, men tað liggur altíð eitt liðavrik handan sigurin, sigur Torkil Veyhe í dag.

Í Postnord Danmark Runt hesaferð, var súkklulegendan Bjarne Riis við sum liðleiðari. Bjarne Riis yvirtók í fjør liðið saman við einum ríkum íleggjara, men eftir at ósemja stóðst millum hann og ítróttarstjóran, fór stjórin frá fyrr í summar, og Bjarne hevur átikið sær ein størri lut í sjálvum kappingunum.

Áhugavert er at fylgja hesum í nøkrum filmum, sum danska blaðið BT gjørdi fyri hvønn av teimum fimm teinunum í kappingini, har tey fylgdu liðnum og serliga Bjarne Riis í fylgibilinum undir kappingini. Filmarnir kunnu síggjast á heimasíðuni hjá BT

Umstøðurnar ikki heilt optimalar
Í heila tikið hevur rumbul verið á liðnum síðan ítróttarstjórin, Michael Skelde, fór til hús, so fyrireikingarnar til Danmark Runt í ár hava ikki verið heilt optimalar, viðgongur Torkil Veyhe, uttan tó at koma nærri inn á, hvat talan er um.

Eitt dømi um, at umstøðurnar ikki hava verið í topp er, at tveir dagar áðrenn kappingin byrjaði mikudagin, skifti felagið høvuðssponsor. Tað merkir, at nýggj búmerki skuldu á troyggjurnar, sum teir súkkla í. Ongin kjansur var at gera nýggjar troyggjur, so búmerkið hjá Waoo mátti límast upp á tær gomlu troyggjurnar.

- Tað vóru stór merki av plasti, sum forðaðu fyri avkølingini. Tað var sum at súkkla í regnklæðum í ógvusliga summarhitanum. Tað var ikki serliga behagiligt, ásannar Torkil Veihe.

Hann viðgongur eisini, at útgerðin á liðnum ikki hevur verið tann besta.

- Súkklan, sum eg havi brúkt til tíðarkoyringarnar, er ikki av teimum bestu. Eg kundi súkkla nógv skjótari, um eg hevði eina betri súkklu, so tað verður eitt krav frá mínari síðu til komandi sáttmálasamráðingar, sigur føroyski súkklarin, hvørs sáttmáli við Team Waoo hjá Bjarne Riis og ríkmanninum Lars Seier gongur út tá súkkluárið endar í heyst.


Torkil Veyhe í prikkutu brekkutroyggjuni í eini kapping í Fraklandi fyrr í ár (Savnsmynd: Team VirtuCycling)

Kennir ikki framtíðina enn
Støðan á liðnum er eitt sindur ógreið, og ongin av súkklarunum kennir støðu sína komandi ár. Torkil greiðir frá, at støðan er eitt sindur bundin av, um tað eydnast Bjarne Riis og hansara íleggjarum at uppstiga súkkluliðið í eina betri deild, til eitt sokallað pro-kontinental lið.

- Hetta er ikki bara treytað av, hvussu vit klára okkum í kappingum, men eisini av, hvussu fíggjarætlanin fyri liðið sær út komandi ár. Um vit gerast eitt prokontinental lið, so eru eisini onnur krøv til tað fíggjarliga, t.d. minstaløn til súkklararnar, lækna og onnur viðurskifti á liðnum.

- Men tað gevur so liðnum aðrar møguleikar at sleppa við til tær stóru kappingarnar, sum t.d. Paris-Rubaix og hinar várklassikararnar, greiðir Torkil Veyhe frá.

Hevur lært nógv
Sjálvur veit hann ikki hvussu hansara støða sær út komandi ár. Hóast úrslitini ikki hava verið av teimum bestu, so er hann tó rímuliga væl nøgdur við hetta árið á Team Virtu Cycling/Team Waoo.

- Eg eri sloppin at súkkla nógv fleiri kappingar enn fyrr, og eg havi lært eina rúgvu. Eg síggi eisini á mátaranum, sum eg súkkli við, at eg traðki nógv meira orku í pedalirnar nú, enn eg gjørdi í fjør. Tíverri sæst hetta ikki aftur í úrslitunum, men soleiðis er tað at koma á eitt størri lið. Tá sleppur tú ikki einans at súkkla fyri títt egna úrslit, men skal meira vera ein arbeiðsmaður á liðinum, sigur Torkil Veyhe.

Torkil roknar við, at tá hesin mánaðin nærkast endanum, hava súkklararnir hjá Team Waoo fingið nógv meira at vita, hvør lagna teirra verður komandi ár, bæði um teir koma at halda fram á liðnum og hvørjar ætlanir eigarararnir av liðnum hava fyri komandi súkkluár.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður