Tónleikarar á veg í Norðurlandahúsinum

2016-05-21 10:11 Author image
Dimma

Hvussu ljóðar tónlistaliga framtíð Føroya?

Tað fáa vit eitt boð uppá sunnudagin kl 16.00, tá tónleikarar úr Musikkskúlamiðnámi hjá Tórshavnar musikkskúla hava konsert í Norðurlandahúsinum.

Konsertin er triðja og seinasta í røðini “Tónleikarar á veg” í ár, og hetta verður tann sonevnda "cross-over"-konsertin, har klassisku og rútmisku tónleikaheimarnir koma saman.

Høvuðsevnið á konsertini í ár er minimalisma, og í hesum liggur, at so lítið sum gjørligt skal nýtast til at røkka tí endaliga úrslitinum. Rúm og tíð verða avbjóðað á hesi konsertini og frumevnini koma fram: Vatn og vindur, tøgn og meldur.

Umframt verk eftir tvey av høvuðsnøvnunum innan minimalismu, Steve Reich og Terry Riley, verður tónleikur eftir Teit Lassen, Trónd Bogason og Kristian Blak at hoyra. Verkið hjá Kristiani Blak, Vatn og vindur, er skrivað til høvið og verður tískil frumframført.

Alt framført við spælihugi og markleysum opinleika av ungu tónleikaspírunum á Musikkskúla miðnámi.

Bernharður Wilkinson leiðir framførsluna av verkinum hjá Kristiani Blak, meðan samskipararnir Kim Kristensen og Ólavur Jakobsen, við hollari hjálp frá Johan Hentze, hava vant við ungu tónleikarunum.

Tónleikarar á veg er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, Tórshavnar musikkskúla og Miðnám.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður