Uttanlands

Tokyo 2020: Olympisku leikirnir útsettir í eitt ár

Mynd: Reuters

Mynd: Reuters

2020-03-24 08:16 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Olympisku leikirnir, sum eftir ætlan skuldu verða í Tokyo í summar, vera væntandi útsettir í eitt ár. Tað váttar nevndarlimur í olympisku nevndini IOC fyri USA TODAY

Hetta kemur í kjalavørinum av, at fleiri lond hava avgjørt ikki at senda ítróttafólk til leikirnar vegna Covid-19. 

"Viðurskiftini eru ikki endaliga fingin í lag, men tað er vist, at leikirnir ikki vera settir 24. juli sum ætlað", segði IOC nevndarlimur Dick Pound við USA TODAY Sports  mánakvøldið. 

Kanada, Stórabretland og Australia hava boðað frá, at teirra ítróttafólk ikki fara at luttaka í ár vegna smittuvanda. 

IOC-nevndin hevur annars tikið sær fýra vikur til at umhugsa støðuna í, men Pound sigur kortini, at avgerðin allarhelst verður, at leikirnar vera útsettir til 2021 og, at nevndin fer at brúka tær næstu vikurnar til at fáa øll viðurskifti í rætt lag. 

Sjálvt IOC hevur enn ikki almannakunngjørt nakra avgerð, men forsetin í IOC Thomas Bach skrivaði í brævi til ítróttarfólkini, at leikirnir ikki vera avlýstir, men at arbeitt verður við at finna eina loysn, skrivar USA TODAY.

Fleiri ítróttafólk hava eftirlýst eina greiða avgerð frá IOC, og fleiri av teimum hava eisini biðið um, at leikirnir verða útsettir. Ein avgerð verður væntandi almannakunngjørd fyrsta dagin, skriva fleiri miðlar.

 

Dagføring 

Forsetin í IOC, Thomas Bach og forsetin í Japan, Abe Shinzo váttaðu týsdagin, at avgerð er tikin um at útseta leikirnar á heimasíðuni hjá OL.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður