Uttanlands

Tøknin handan Bitcoin skal menna tunfiskaveiðu

Mynd: CCBy kygp

Mynd: CCBy kygp

2018-04-13 10:44 Author image
Thomas Gringer Jakobsen og Lív Reynheim

Fólk eru allarhelst um at troyttast av at hoyra um Bitcoins, men nú eru nýggj og heldur øðrvísi tíðindi komin undan kavi um virtuella gjaldoyrað. Tøknin handan gjaldoyrað vísir seg nevniliga at kunna skapa eitt meiri ítøkiligt virði.

Granskarar eru farnir undir at nýta tøknina til at spora tunfiskaveiðu frá tí, at fiskurin verður veiddur til hann endar í sølumiðstøðunum. Tøknin er ætlað sum eitt amboð at berja niður ólógligan fiskiskap og steðga ovurfisking av tunfiski – ið sambært náttúruverndarfelagsskapinum WWF er serliga hóttur.


Skulu fylgja tí einstaka fiskinum

WWF stendur á odda fyri royndarætlanini, ið júst er komin í lag í Kyrrahavinum, haðani meginparturin av tunfiski verður veiddur. Tey seta eitt lítil tól á fiskin, sum síðani beinleiðis fráboðar skipum og fiskavirkjum, hvar og nær hann varð veiddur. Vitanin verður síðani skrásett í eina skipan, sum byggir á tøknina Blockchain.

Blockchain er tøknin handan gjaldoyrað Bitcoins og er ein netborin skipan, sum ein hópur av brúkarum hava atgongd til – uttan at kunna ávirka innihaldið. Livia Esterhazy, ið stendur á odda fyri verkætlanini hjá WWF í Nýsælandi, greiðir frá, at verkætlanin millum annað snýr seg um at geva fólki innlit í, hvar teirra matur kemur frá.


Vilja steðga trælalíknandi arbeiðsumstøðum

Vinnan hevur leingi bart við ólógligan og óskipaðan tunfiskiskap. Hann týnir umhvørvið og ofta eru beinleiðis trælalík arbeiðsviðurskifti at finna umborð á skipunum.

Ætlanin hjá WWF er, at nýggi Blockchain hátturin skal tryggja skygni í vinnuni og soleiðis gera tað møguligt at skipa tunfiskaveiðu og basa vánaligu gongdini. Hvør fiskur verður merktur við eini kotu, ið fólk síðani kunnu skanna við eitt nú eini snildfon. Telefonin kann hareftir kunna teg, um fiskurin er veiddur lógliga, og um hann er feskur.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður