TÓFF byrjar leygardagin

2017-02-10 09:56 Author image
Sigmund Vang

Tórshavnar filmsfestivalur byrjar í Norðurlandahúsinum leygardagin 11. februar  við føroyskum filmsfagnaði og ókeypis filmi fyri alla familjuna. 

Á ársins filmsfestivali verður ein heilur dagur bara við føroyskum filmi. Gunvør Balle, varaborgarstjóri, Sif Gunnarsdóttir og Jan Berg Jørgensen seta filmsfestivalin kl. 14. Aftaná verða allir filmar, sum hava vunnið Geytan og Áskoðaravirðislønina frá 2012 til 2015 vístir. Millum hvønn filmin er steðgur upp á 10 minuttir, so til ber at ganga inn og út og velja hvørjar filmar, man vil síggja.

Samstundis verða filmir fyri børn vístir í Norðurstovu. Vístir verða stuttfilmirnir Home Sweet Home, Lili, Søgurnar hjá langabba mínum, Rita og krokodillan og Vitello gravar eitt hol. Flestu filmirnir eru ætlaðir teimum minstu børnunum, men øll børn er vælkomin, og tey kunnu koma og fara, sum teimum lystir, so hetta kann verða ein hugnaligur dagur fyri alla familjuna. Tiltakið er ókeypis.

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður