Heimatíðindi

TÓFF byrjar í morgin

2020-02-11 09:48 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Í morgin byrjar ársins filmsfestivalur. Hetta er fjóra árið, at Tórshavnar Filmsfestivalur verður í Norðurlandahúsinum og í ár er sjónareykan sett á filmarm, sum á ymsan hátt lýsa ungdómin í Norðurlondum í dag.

Tað eru Gunn Hernes, stjóri í NLH og Lasse Thorning Jæger, verkætlanarleiðari, ið koma at seta filmsfestivalin og greiða frá um filmarnir. Eisini verður høvi til at síggja brot úr filmunum, sum verða vístir á festivalinum . Aftaná setanina kl 18.30, koyrir Disco-bussur úr Norðurlandahúsinum til Havnar Bio til fyrstu sýningina á Tóff 2020.

Umframt eina rúgvu av nýggjum norðurlendskum filmum, verða fleiri tiltøk, bæði fyri tey sum arbeiða við filmi og tey, sum elska at hyggja at filmi, skriva fyrireikarnir. Eisini er ein fitlig skrá til teir yngru áskoðararnar.

 

skráin er á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður