Heimatíðindi

Tjørnuvík: Ein av nógvum føroyskum perlum

2020-06-03 18:50 Author image
Sveinur Tróndarson

Tú merkir í grundini longu friðin spakuliga leggja seg yvir teg, tá tú snarar av høvuðsvegnum, sum á kortinum hevur nummar 10, og setur kós eftir vegi nummar 54.

Tað kennist, sum er ferðin ikki líka høg her á leiðini, og tað skal avgjørt ikki takast negativt. Heldur tvørturímóti. Tí tað snýr seg eisini um at duga at laga lívið til umstøðurnar. Og kanska eru tað vit, sum altíð renna aftaná onkrum, sum eru tey, sum eiga at taka tað til okkum, at ferðin er ov høg.

Soleiðis laga vit menniskju okkum til nýggju umstøðurnar, tá trýstið á okkum økist. Og tá er viðhvørt gott at sleppa burtur úr dagliga resinum, sum vit vanliga ferðast í.

Tað var tað, vit gjørdu, tá vit saman við leigaðu okkum summarhús í Tjørnuvík seinasta vikuskifti.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at vit eru har, og tað er tað ein orsøk til. Hon er einføld, og snýr seg stutt og greitt um, at okkum dámar væl at vera í bygdini.

Friðurin er ein orsøk til tað. Kanska er tað høvuðsorsøkin, tí tað er óalmindiliga friðarligt í Tjørnuvík.

Sum nevnt, merkir man longu friðin leggja seg, tá man snarar av høvuðsvegnum og krípur sær norð gjøgnum Sundini, fram við Nesvík, Langasandi og Haldórsvík, og tá tú steðgar í Tjørnuvík, eftir at hava rundað nesið, og stendur í lítlu bygdini, sum sambært Hagstovu Føroya bara taldi 48 borgarar á nýggjárinum seinast, tá hoyrir tú friðin.

[object Object]

Tíð til tín sjálvan
Soleiðis skipanarliga er ikki so øgiliga nógv fantilsi á sjálvari bygdini. Ella, tað er tað, men har eru partar av bygdini, sum meira ella minni síggja út, sum onkur hevur mist húsini á vegnum framvið.

Men tað er akkurát tað, sum ger Tjørnuvík til tað, sum Tjørnuvík er. Eitt deiliga lítið og friðarligt bygdalag, við vinarligum fólkum.

Her kanst tú ganga í friði og náðum, og tær nýtist ikki at óttast ferðsluna. Tí hon er næstan ikki eksisterandi. Gamaní kunnu tað vera nógvir bilar í bygdini, men teir standa stillir, og tá gera teir ikki skaða. Og tá teir koyra, koyra teir øgiliga spakuliga.

Ikki tí, ert tú bara í sjálvari bygdini, er ikki endiliga so øgiliga langt at ganga, tí alt er øgiliga nær við. Tað er líka túrurin út til dráttin, sum tekur eina løtu at ganga. Eina lítla løtu.

Men aftur her er tað friðurin, sum kemur fram um, hvussu drúgvur teinurin er, og hvussu vakurt tað er í og rundan um bygdina.

Sandurin strekkir seg tvørtur um víkina og er eitt sera gott spælipláss fyri bæði børn og vaksin, sum tíma at leypa í havið. Høgu fjøllini síggja út, sum verja tey bygdina móti einum og øðrum, men hevur tú verið har uppi, so veitst tú, hvussu vakurt tað er uppi.

[object Object]

[object Object]

Tú sært alla verðina
Tá tað snýr seg um náttúru er Tjørnuvík eitt rættiliga serligt stað.

Tá tú hyggur inn á bygdina av vegnum uppi í brekkuni, so sær hon eitt sindur kroyst og smæðin út, men fert tú niðan á, eftir bygdagøtuni til Saksunar, sær hon heilt øðrvísi og nógv meira móttakilig út.

Sjálvt um tað sær rættiliga høgt út, og ivaleyst eisini er tað fyri býarfólk, sum ikki eru von við at ganga í haganum, so er tað hvørki tungt ella ómøguligt at koma niðan á slættan við Húgvuna. Og har sært tú veruliga alla verðina.

Tú sært faktist rættiliga langt eystureftir og tú sært øgiliga langt vestureftir. Er klárt er tað ein serstakliga vøkur sjón, og norðanfyri er einki sum forðar sjónini. Har er opið hav.

Stakkurin, Sjeyndir og Mýlingur
Sum nevnt er Tjørnuvík annað og meira enn lítla friðarliga bygdin.

Náttúran omanfyri bygdina, er longu nevnd, men har eru eisini fleiri dýrgripir longur norðuri á.

Stakkurin livir sítt egna lív, við seyði og ferðafólki, sum vera flutt út í einum lítlum kassa, og tað er um hetta mundi, at tey plaga at byrja við túrarunum út í Stakkin við ferðafólki.

Áhugin er øgiliga stórur, tí tað er eitt sjáldsamt upplivilsi at sita á hesum avbyrgda staði. Tað siga í øllum førum tey, sum hava verið har.

Og fert tú enn longur norð kemur tú í Sjeyndir, sum í mínum hugaheimi er eitt tað vakrasta staðið, sum eg kenni.

Fyri ein illa upptrektan persón, kann túrurin vera øgiliga tungur, tí tað er rættiliga bratt, men fyri tey, sum búleikast í Tjørnuvík, hevur tað ikki nógv uppá seg. Tað er nakað, sum tey gjarna ganga fleiri ferðir um dagin, um tað skal til.

Sjeyndir fekk ein serligan status, eftir at víkin var týdningarmikil partur í bókini hjá Jógvani Isaksen, Blíð er summarnátt á Føroyalandi, sum kom út í 2003.

So har eru nógvir møguleikar, í Tjørnuvík. Bæði fyri tey, sum vilja taka sær av løttum í avslappaðu atmosferuni í bygdini, og fyri tey, sum vilja vera aktiv og ganga túrar langar túrar. Og tað er tað veruliga vert at spenna skógvarnar og fara teir drúgvaru túrarnar. Tí tað er serstakliga vakurt og gevandi.

[object Object]

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður