Mentan

Tjóðhild Patursson: "Hetta er ein tragikomiskur leikur, ið flest fólk kenna seg aftur í"

Leikararnir í sjónleikinum, 24 Miseydnaðir Føroyingar

Leikararnir í sjónleikinum, 24 Miseydnaðir Føroyingar

2019-02-04 15:30 Author image
Turið Justinussen

Tann 16. februar verður fyrsta sýning av tragikomiska og viðkomandi sjónleikinum, 24 Miseydnaðir Føroyingar, ið føroyski sjónleikabólkurin, Teatur Grugg hevur týtt og umskrivað

Fríyrkis sjónleikabólkurin, Teatur Grugg, varð stovnaður í 2010 við tí fyri eyga at pallseta yrkissjónleik í Føroyum á ein nýskapandi hátt við høgum, listarligum støði, ið eisini røkkur einum breiðum áskoðaraskara.

Teatur Grugg, ið seinast var á palli við leikinum, Holubúgvin, hevur áður framført skemtiligt undirhald og satirukendar leikir við tilfari, sum limirnir í Teatur Grugg sjálvi hava skrivað og framleitt. Hesuferð fer Teatur Grugg á pall við leikinum 24 Miseydnaðir Føroyingar.

[object Object]

Leikurin, 24 misseydnaðir føroyingar, er ein umskriving hjá leikbólkinum, Grugg, av norska leikinum "24 mislykte nordmenn" eftir Jon Jesper Halle, ið er ein viðurkendur norskur rithøvundur. Fyri sjónleikir hansara, hevur hann millum annað fingið Ibsen-prísin í 1997 og Hedda-prísin í 2004.

Tað eru tær báðar systrarnar, Ria og Súsanna Tórgarð, ið vóru við til at stovna Teatur Gruugg, sum eisini hava umskrivað og týtt henda leikin. Íslendski Guðjón Pedersen, sum áður hevur leikstjórna fyri Grugg, leikstjórnar somuleiðis henda leik, og Tjóðhild Patursson er samskipari.

- Leikurin er meira enn bara týddur, hann er tillagaður føroysk viðurskifti, sigur Tjóðhild Patursson í samrøðu við Dimmalætting. 

24 lívssøgur
Leikurin er uppbygdur soleiðis at 24 ymisk fólk, bæði børn, ung, gomul, menn og kvinnur trína á pallin og greiða frá søgu teirra.

Teir 24 leiklutirnir verða spældir av triðmum sjónleikarum, systrunum, Riu og Súsonnu Tórgarð og Peturi Meinhard Ellebye Andersen, og afturat leikarunum á palllinum, verða trý filmsbrot víst við leikarunum, Áslu Olsen, Róa Helmsdal Clothier og Bjørk Búadóttir Tórgarð. 

Leiklutirnir ímynda fólk, sum vanliga kanska ikki stíga bersøgin fram og siga sína søgu, tí hetta eru ikki stjørnur, sum hava vunnið ítróttar- ella tónleikakappingar.

Hetta kann vera onkur, ið ongantíð fekk sítt dreymastarv. Hon, ið ikki fekk mannin hon elskaði. Hann, ið varð so illa happaður í skúlanum, at øll gloymdu hann. Hon í heilsuverkinum, sum er langtíðarsjúkramledað. Hon, sum hevur ráð og loysnir uppá alt, uttan sítt egna lív – og fleiri onnur, sum hava tað til felags, at okkurt ikki gekk soleiðis, sum tey høvdu ætlað ella ynskt sær. Tey verða lýst við hita og skemti, og áskoðararnir kunnu vænta sær eina sterka og kensluborna sýning, sum samstundis er stuttlig og beinrakin.

Ein tragikomiskur leikur, ið flest fólk kenna seg aftur í
Um realistiska og heldur øðrvísi leikin, ið verður frumsýndur leygardagin 16. februar, sigur samskipari, Tjóðhild Patursson soleiðis:

- Eg veit ikki, um man kann kalla fólkini meira "miseydnaði", enn vit onnur eru.  Hetta er ein tragikomiskur leikur, ið flest fólk kenna seg aftur í. Eg kenni meg aftur í summum leiklutum, og ljósmaðurin kennir seg kanska aftur í nøkrum øðrum og so víðari.

Eisini uppsetingin er øðvísi enn hon vanliga er, tá leikur verður førdur fram á palli. Áskoðararnir koma nevniliga at sita við borð runt í salinum, og fáa, uppundir leikin og í steðginum, høvi at keypa sær eina øl ella eitt glas av víni at njóta afturvið.

Fyrsta sýning verður leygardagin 16. februar kl 20.00 í Sjónleikarhúsinum í Havn. 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður