Heimatíðindi

Tilvildarligar gjaldsskipanir stinga seg upp sum hundalond

2018-06-08 11:06 Author image
Georg L. Petersen

Ferðafólkini byrja so smátt at streyma til landið, samstundis sum fleiri gjaldsskipanir eru settar í verk fyri at ganga í náttúruni. Men einki er samskipað, so tað er vónleyst at kunna ferðafólkini

 

Tey eru slept upp á fjall, ferðafólkini, sum trína á land í Føroyum, og ynskja at uppliva føroysku náttúruna. Tey ána í veruleikanum ikki, at tey skulu rinda fyri at ganga í føroysku fjøllunum, kanska líka við undantaki av Mykinesi, har ein gjaldsskipan er sett í verk og kunnað um á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands – men sum skilst, er fleiri aðrar skipanir, sum sera fá kenna nakað til.


Biðið um fund

Visit Faroe Islands rópar varskó, og hevur biðið um fund við Fiskimálaráðið og Vinnumálaráðið, sum varða av ávíkavist náttúruni og ferðavinnuni.

– Vit hava hoyrt um ymiskar skipanir, sum ætlanin er at seta í verk kring landið, men einki er samskipað. Tí er tað nærum vónleyst at kunna ferðafólkini um hesar skipanir, har fleiri uttan iva eru undir uppsigling. Onkrar verða spontant settar í verk, tí fólk hava fingið nokk av ferðafólki. Sum skilst krevja nøkur støð ferðaleiðara, onnur at rindast skal, um farið verður avstað ávís tíðspunkt á degnum og so framvegis, sigur Johan Pauli Helgason, menningarleiðari hjá Visit Faroe Islands.

Lesið meira HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður