Mentan

Eitt filmshús krevur í minsta lagi 1,6 mió. kr. árliga

2016-09-22 13:15 Author image
Sigmund Vang

Landsstýrið hevur sett eina millión krónur av á fíggjarkørmunum fyri 2017 til at seta á stovn eitt Filmshús. Ein arbeiðsbólkur, ið hevur skrivað tilmæli um filmshús, sum varð handað Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum, og Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, metir, at tað ber til at byrja virksemið fyri hesa upphædd, men mælir til, at játtanin komandi árini verður hækkað; í fyrstu atløgu til 1,6 millión krónur árliga.

Og tað hendan boðskap hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum fingið við.

- Ein millión verður sett av til Filmshúsið í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2017. Filmshúsið skal setast á stovn til várs, og málið er, at játtanin so líðandi skal hækka komandi árini, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. 

Í arbeiðsbólkinum hava verið Oyvindur av Skarði úr Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Alda Joensen úr Mentamálaráðnum og Pætur Marjunarson Dahl frá Klippfisk.


Kelda og lesið meira: uvmr.fo


Tilmælið kann lesast HER

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður