Heimatíðindi

Tilhaldslógin skal dagførast av trygdarávum

Uppskot um lógarbroyting í Tilhaldslógini, ið skal heimila fútanum at áleggja bráðfeingis tilhald, verður í næstum viðgjørt í Løgtinginum

Uppskot um lógarbroyting í Tilhaldslógini, ið skal heimila fútanum at áleggja bráðfeingis tilhald, verður í næstum viðgjørt í Løgtinginum

2018-10-30 19:57 Author image
Turið Justinussen

Í Danmark er Tilhaldslógin broytt soleiðis, at heimild er fyri at geva bráðfeingis tilhald, og í næstum verður slíkt uppskot um lógarbroyting lagt fram fyri Løgtinginum

Tilhaldslógin, ið er løgtingslógin um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing, varð samtykt av Løgtinginum í tingsetuni 2016 og kom í gildi tann 1. apríl 2017. Tilhaldslógin tilskilar treytirnar fyri, nær tilhald og uppihaldsforboð kunnu verða áløgd, og nær ein persónur kann vísast burtur úr heimi sínum.

Tá Tilhaldslógin á sinni var til hoyringar, mælti fútin til, at hendan broytingin eisini varð sett gildi í Føroyum, men av tí, at broytingin í donsku Tilhaldslógini tá enn ikki var samtykt í Fólkatinginum, var hildið, at best var at bíða. Undir viðgerðini greiddi løgmaður, Aksel V. Johannesen, ið varðar av lógarmálum, tó frá, at ætlanin var at eftirmeta lógina innan eitt til tvey ár. Hann fer so statt í næstum at leggja uppskotið um lógarboyting í Tilhaldslógini fram fyri Løgtinginum. Uppskotið heimilar fútanum at áleggja eitt bráðfeingis tilhald beinanvegin, til tess at økja um trygdina hjá tí órøttaða, ið á onkran hátt, hevur verið fyri órætti, ágangi ella verður tráfylgdur (stralkaður).

Endamálið við uppskotinum um lógarbroyting
Orsøkin til, at Tilhaldslógin nú verður eftirmett er, at man ynskir at man ynskir at veita tí órættaða, og møgulig húsfólk hjá tí órættaða, eina skjóta og økta trygd, áðrenn fùtin fær tikið eina endaliga avgerð um tilhald, uppihaldsforboð ella burturvísing. Málsviðgerðin kann ofta vera drúgv, og løgreglan kann einans blanda seg, um talan er um revsiverda gerð.

Verður lógaruppskotið samtykt, merkir tað í stuttum, at vanligu illgrunakrøvini sambært Tilhaldslógini verða linkaði. Fútin verður so statt heimilaður at taka eina fyribilsavgerð og geva einum persóni bráðfengis tilhald, uppihaldsforboð ella burturvísing, er hann við rímiligari grund undir illgruna fyri at valda einum øðrum ónáðir ella áhaldandi fer at volda hinum ónáðir, og at tann órættaði ikki ynskir samband. 

Bráðfeingistilhaldið fer at hava sama rættarvirknað sum eitt vanligt tilhald hevur sambært Tilhaldslógini. Hetta vil siga, at bráðfeingistilhaldið er eins revsivert.

Nýtt heiti
Eisini verður uppskot lagt fram um at broyta orðið tilhald til frástøðuboð, tí undir viðgerðini vóru fleiri tingfólk, ið funnust at orðinum tilhald, og ynsktu eitt meira føroyskt, skikkað orð. Marjun Arge Simonsen, málfrøðingur, sendi uppskot inn, og eftir at starvsnevndin hjá Málráðnum hevði viðgjørt uppskotini, varð samtykt, at Frástøðuboð, innihaldsliga hóskaði betri til allýsingina av hugtakinum, og at hetta tískil var eitt betri løgfrøðimálsligt orð.

Fútin hevur upplýst, at síðani lógin kom í gildi 1. apríl 2017, eru fjúrtan mál skrásett um tilhald, eitt mál um burturvísing og eitt um uppihaldsforboð. Tó er tilhald noktað í summum málum, og okkurt er enn til viðgerðar.

Ummælisfreistin er mánadagin 26. novembur.

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður