Heimatíðindi

Tilbúgving: Enn mangla fleiri kommunur

savnsmynd

savnsmynd

2020-05-12 15:31 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Sambært tilbúgvingarlógini frá 2012 er krav, at allar kommunur í Føroyum skulu hava eina greiða tilbúgvingarætlan.

Kommunurnar eru skipaðar í 19 tilbúgvingarøkjum og Fiskivinnumálaráðið hevur eftirlit við, at allar kommunurnar hava eina nøktandi tilbúgving.

Tað hevur gingið seint fyri seg at fáa hesar ætlanirnar til vega. Tá freistin fyri at lata ætlanirnar inn til eftirlit var farin í oktober í fjør, vóru bert 10 tilbúgvingarætlanir latnar inn.

Tað er Kommunala eftirlitið, sum hevur ábyrgdina av, at kommunurnar halda sínar skyldur. Tí var Kommunala eftrilitið fráboða um vantandi tilbúgvingarætlanirnar. Í skrivi, sum varð sent kommununum boðaði Kommunala eftirlitið frá at umbidnu tilbúgvingarætlanirnar skuldu verða Fiskimálaráðnum í hendi seinasta lagi 1. mai í ár.

Tær kommunurnar, sum vóru fráboðaðar til Kommunala eftirlitið vóru Eiðis kommuna, Kvívíkar kommuna, Skopunar kommuna, Vestmanna kommuna, Skúvoyar kommuna, Skálavíkar kommuna og Fámjins kommuna, umframt felags kommunala samstarvið Tvøroyrar og Hvalbiar kommunur og kommunala samstarvið millum Sumbiar, Vágs, Porkeris og Hovs kommunur.

Enn eru nakrar, ið ikki hava latið Fiskimálaráðnum umbidnu ætlaninar inn. Av teimum 9 kommununum, sum Kommunala eftirlitið fekk fráboðan um, hevur tilbúgvingarsamskiparin í Fiskimálaráðnum, Andras Marr Poulsen, fingið fýra uppskot um tilbúgvingarætlanir. Tískil eru enn fleiri kommunur í Føroyum, sum mangla eina tilbúgvingarætlan.

Innkomnu ætlanirnar skulu viðgerðast á Fiskimálaráðnum og tillagast, áðrenn tær verða góðkendar.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður