Heimatíðindi

Til reiðar til Vestanstevnu

- Vit eiga at fáa nógv meira burtur úr okkara havn, tí vit liggja so væl fyri. Vit hava flogvøllin í durinum, so tað skuldi verið lagamanni hjá skipum at lagt inn her fyri til dømis at skifta manning (Mynd: Ingolf S. Olsen)

- Vit eiga at fáa nógv meira burtur úr okkara havn, tí vit liggja so væl fyri. Vit hava flogvøllin í durinum, so tað skuldi verið lagamanni hjá skipum at lagt inn her fyri til dømis at skifta manning (Mynd: Ingolf S. Olsen)

2020-07-17 17:00 Author image
Ingolf S. Olsen

Vestanstevnan er í hondum og verður í ár hildin í Miðvági.

Sum øll onnur tiltøk kring landið er eisini Vestanstevnan merkt av koronafarsóttini, men ikki verri enn so, at Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri, ikki er bangin fyri at bjóðu øllum bygdafólki, eins væl og fólki kring alt landið, hjartaliga vælkomin til Miðvágs á stevnu og til tiltøkini í fjølbroyttu skránni.

- Ein vestanstevnunevnd hevur í langa tíð fyrireikað alt, og eg haldi, at vit hava lagt upp fyri koronusmittuvandanum so væl, sum tað yvirhøvur ber til, sigur hon.

Tiltøkini eru spjadd kring alla bygdina, men við snotuliga og vakra miðstaðarøkinum sum miðdepli. Hissiniloyvini eru upp á pláss, og alt er klárt, sigur borgarstjórin.

Fíggjarligt andarúm
Eyðdis Hartmann Niclasen tók við sum borgarstjóri eftir kommunuvalið í 2016, og nú, skeiðið er við at renna út, kann hon frøast um, at tað gongur væl í Vága Kommunu.

Kommunan hevur verið nakað sperd fíggjarliga, men onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Soleiðis eisini við koronufarsóttini, tí tað er henni fyri at takka, at tað knappliga bleiv meria rúmsátt á fíggjarætlanini, soleiðis at vit nú kunnu undir asfalt arbeiðið og aðrar ábøtur sum hava ligið á láni í nógv ár.

Stórar íløgur so sum nýggjur skúli og barnagarðar eru farnir við næstan øllum íløgunum í fleiri ár, og vóru 70 milliónir krónur settar av til annað og triðja byggistig, ið ætlandi skuldu gerast um eina leið. Men korona forkom tí ætlanini, so vit máttu slíta hesi bæði byggistigini sundur aftur. Tí verður skúlabyggikostnaðurin væntandi bara 39 milliónir krónur, og tað gevur okkum so luft til at fara undir onkrar aðrar íløgur, bæði í innverandi og komandi valskeiði, sigur borgarstjórin.

[object Object]

Kommunuvalskeiðið er um at renna út, men enn eru onkrar borgarstjóraskyldur at røkja. Sostatt er tað fallið Eyðdis Hartmann Niclasen í lut at at halda midnáttarrøðuna á Vestanstevnu leygarkvøldið á midnátt (Mynd: Ingolf S. Olsen)

Havnarútbygging
Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at betringar av havnarumstøðunum í kommununi er nakað, sum liggur henni nógv á hjarta at fáa framt.

- Vit eiga at fáa nógv meira burtur úr okkara havn, tí vit liggja so væl fyri. Vit hava flogvøllin í durinum, so tað skuldi verið lagamanni hjá skipum at lagt inn her fyri til dømis at skifta manning. Tað verður gjørt onkuntíð, men vit kundu sagtans havt meira av tí.

Vit hava møguleikar á fraktsíðuni eisini og kundi møguliga fingið skip inn á Miðvág- Sandavágs havn, trupulleikin er tó, at bæði sandur og hella darva størri skipum at koma inn í havnina, og serliga at manerera inni í henni.

Ov grunt
Serliga er tað hellan, framman fyri Snarfrost, sum er ein forðing fram við kaiini, so eitt nú Katrin Jóhanna, sum er nýggja uppsjóvarskipið í kommununi, ikki fær komið inn har við last at landa til Snarfrost, tí har er ov grunt. Ístaðin má skipið liggja í ytru havnini og landa upp í tangabilar.

- Tað er dýrt at dýpa havnir, men eg ivist ikki í, at tað er ein góð íløga at fara undir betringar av havnarviðurskiftunum. Við sjálvan molan er dýpið í lagi, men hann er nakað stuttur til størri ferðamannaskip. Eitt sindur smærri cruiseskip, sum hesir sonevndu eksplorarnir, ið sigla innanskers í til dømis Noregi, og sum eisini ofta eru her á leið, høvdu tó kunnað komi at har. Tað eri eg eisini spent upp á, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.

Ætlanirnar eru nógvar og ráðini betur, men í fyrstu syftu skal Vestanstevnan hátíðarhaldast við maner. Og borgarstjórin fær eisini ein part av ábyrgdini fyri, at hýrurin verður góður, og fólk kenna seg væl, tí hon skal sjálv halda midnáttarrøðuna á midnátt leygarkvøldið.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður