Heimatíðindi

Til Dubai at keypa ráðstevnur

2018-12-08 09:12 Author image
Georg L. Petersen

Tórshavnar Kommuna hevur sett sær fyri at draga fleiri ráðstevnur til býin, og fer í næstum inn í eitt samstarv við Visit Faroe Islands, sum fer at kosta tvær milliónir krónur um árið – fyri at skilja týdningin av hesum, fóru fimm fólk úr kommununi til Dubai

– Kommunan vil fegin hava fleiri ráðstevnur til Havnar, og túrurin til Dubai var ein liður í hesum. Ístaðin fyri at vit bjóðaðu umboðum fyri aðrar býir hendavegin ella vit fóru at vitja teir, so valdu vit at hitta teir allar í Dubai. Har høvdu vit fundir, har umboð fyri býirnar søgdu, hvat var rættast at gera, og hvat vit ikki skuldi gera. Tað er av týdningi, at politiska skipanin eisini kennir týdningin av hesum, og tí vóru eisini umboð fyri bæði andstøðu og samgongu við á túrinum, sigur Bjørgfríð Ludvig, kommunustóri í Tórshavnar Kommunu.

144.205,50 krónur kostaði ein túrur til Dubai herfyri Tórshavnar Kommunu. Tað umfatar eina nátt í Keypmannahavn, fimm dagar í Dubai, ferðing aftur og fram og luttøkugjald á ICCA-ráðstevnuni í Dubai. Í ferðalagnum til Dubai vóru fyri Tórshavnar kommunu Annika Olsen, borgarstjóri, Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini, Annfinn Brekkstein, limur í vinnunevndini, Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri og Eva Bennicke, samskipari.

Lesið meira HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður