Heimatíðindi

Til Berlin at greiða frá møguleikanum við taraaling

(Mynd: Ocean Rainforest)

(Mynd: Ocean Rainforest)

2018-04-16 15:45 Author image
Ingi Samuelsen

- Tað er týðuligt, at alt fleiri fáa eyguni upp fyri teimum stóru møguleikunum, sum liggja í taraaling. Tað er helst tí, at vit eru bjóðað til at koma við til hesa stóru ráðstevnuna. Vónandi eydnast tað okkum eisini at fáa enn fleiri at vísa áhuga fyri hesum. 

Soleiðis sigur Ólavur Gregersen, stjóri og stigtakari til Ocean Rainforest, sum hevur gjørt slóðbrótandi royndir við taraaling á alistøðini út fyri Funningsfirði og nú skal fortelja um hetta á stórari altjóða ráðstevnu. 

Talan er um ráðstevnuna Global Bioeconomi Summit, sum verður í Berlin 19. og 20. apríl. Ein partur av hesi ráðstevnuni eitur ”Blue Growth: Seizing new opportunities for a sustainable future”, og tað er á hesum partinum, at Ólavur Gregersen skal hava eina framløgu. 

- Tað snýr seg um at hava aling av tara á opnum havi. Okkara støð uttan fyri Funningsfjørð liggur út í opið hav. Har er 50-60 metra dýpi og ein alduhædd, sum kann sammetast við opið hav. Og okkara royndir eru góðar, vit hava einki mist, greiðir Ólavur Gregersen frá. 

- Aðra staðni, eitt nú á vesturstrond USA og í Hollandi hava tey roynt seg við taraaling í høgari aldu, men tað hevur ikki eydnast. Tí eru fleiri granskarar og ábyrgdarhavarar áhugaðir í at hoyra meira um føroysku royndirnar hjá Ocean Rainforest. 

Jaliga ávirkan á umhvørvið
Roknað verður við fleiri hundrað fólkum á ráðstevnuni í Berlin. Har verða bæði politiskir avgerðartakarar, umboð fyri vinnulívið, granskarar og sokallaðir NGO’arar við á ráðstevnuni, sum sostatt er ein góður møguleiki fyri at breiða út kunnleikan um virksemið hjá Ocean Rainforest. 

- Í løtuni leggja vit okkara dent á at fáa fyritøkur at brúka tara í matídnaðinum. Her eru fleiri møguleikar. Ein er at brúka taran til at hækka innihaldi av jod í vøruni, ein annar er at geva vøruni umami-smakkin, sum er í taranum og ein triði er at brúka natúrliga saltið, sum er í taranum, og harvið minka um tilsetingina av salti í matvørunum, greiðir Ólavur Gregersen frá. 

Men tari kann brúkast til annað enn matídnaðin. 

- Tosa vit um grønan hugburð, so hevur taraaling góða ávirkan á havumhvørvið. Vanliga eru fólk ógvuliga varin, tá tað kemur til at ala á sjónum. Men við tara er ongin umhvørvisbyrða. Taranum tørvar ikki fóður, hann livir av ljósinum, og tí, sum er í sjónum. Tarin hevur eisini ein reinsandi eginleika, tí hann kann upptaka føðsluevnini, sum koma frá fiskaalingini og frá landbúnaðinum eins og hann upptekur koltvísúrni (CO2) úr sjónum, greiðir Ólavur Gregersen frá. 

Tari ístaðin fyri plast
Ocean Rainforest er eisini komið nakað áleiðis við nýggjari gransking við at brúka tara í tilfari, sum kann koma ístaðin fyri plast. 

- Vit hava ment eina vøru vit kalla bioplast, ið er niðurbrótilig, og sum kann brúkast sum pakkitilfar ístaðin fyri plast. Hetta er ógvuliga áhugavert, men enn eru vit á granskingarstøði, og tað skal granskast nógv meira í evninum áðrenn vit kunnu brúka tara í stórum skala í staðin fyri plast, sigur Ólavur Gregersen. 

Umframt plast, kunnu úrdráttir úr tara eisini brúkast í klædnaídnaðinum ístaðin fyri klæði, sum nú verða gjørd burtur úr bummull, sum eisini kann vera rættiliga tyngjandi fyri umhvørvið.


Ólavur Gregersen, stjóri á Ocean Rainforest

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður