Tíggju deyð í mótmælum í Iran

Fólk í Iran mótmæla stýrinum í landinum, og tíggju fólk hava latið lív í ófriðinum seinastu dagarnar. Mynd: EPA-EFE

Tíggju deyð í mótmælum í Iran

2018-01-01 15:53 Author image
Emil Jacobsen

Tað hevur verið ófriðarligt í iranska høvuðsstaðnum Tehran og fleiri øðrum iranskum býum seinastu dagarnar, og almenna iranska sjónvarpsrásin veit at siga, at tíggju fólk eru deyð í ófriðinum.

Tað er ónøgd við landsins stýri, sum hevur fingið fólk at mótmæla. Eitt nú eru fólk misnøgd við, at Iran er so nógv blandað upp í stríðið í Sýria og Irak, tí landið kappast við Saudi Arabia um ávirkan í økinum. Fólk vilja heldur hava myndugleikarnar at brúka meira orku til at skapa arbeiðspláss í egnum landi. Arbeiðsloysið millum ung í Iran nærkast 30%.

Iranski forsetin Hassan Rouhani hevur heitt á fólk um at sissa seg. Við almennu sjónvarpsrásina segði hann, at fólk hava rætt til at finnast at myndugleikunum, men hann ávaraði eisini um, at myndugleikarnir kunnu svara aftur.

“Stjórnin fer ikki at vísa nakað stórsinni mótvegis teimum, sum gera seg inn á almennar ognir, skapa ófrið og skapa ófrið í samfelagnum,” segði Rouhani.

Sambært Reuters eru fleiri hundrað fólk handtikin, men trygdarliðini hjá stjórnini hava ikki verið harðlig. Myndir á sosialum miðlum hava víst, at løgreglan í Tehran sunnudagin brúkti vatnkanónir í eini roynd at spjaða eina mannamúgvu. Aðrastaðni hava livandi myndir víst mótmælisfólk, sum leggja á løgregluna og koppa einum bili og seta eld á hann.

Mótmælini í Iran eru tey størstu síðani 2009, tá fólk vístu sína ónøgd við, at táverandi forsetin Mahmoud Ahmadinejad varð afturvaldur.

Amerikanski forsetin Donald Trump twittaði mánadagin, at “Iran dumpar á øllum økjum, hóast ræðuligu avtaluna, sum Obama-umsitingin gjørdi við tey.”

“Mæta iranska fólkið hevur verið kúgað í nógv ár. Tey eru svong eftir mati og eftir frælsi. Eins og mannarættindini verður iranska ríkidømið rænt. TÍÐ TIL BROYTING!”, skrivaði Donald Trump á Twitter.

 

Kelda: Reuters

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður