Uttanlands

Tíðindi fylla minni á Facebook

Tíðindi fylla minni á Facebook

Mynd: Visualhunt.com

2018-01-17 09:00 Author image
Alda Nielsdóttir

Mark Zuckerberg, stovnarin av Facebook, kunngjørdi í síðstu viku á sínari facebooksíðu, at stórar broytingar verða gjørdar á Facebook í næstum. Nú skulu dagføringar hjá familju og vinfólki raðfestast hægri enn tilfar frá eitt nú tíðindasíðum og fyritøkum.

Sambært Zuckerberg hevur endamálið við Facebook altíð verið at føra fólk saman, og at tey samskifta sínamillum um dagføringar o.a. Hetta hevur verið órógvað nakað, so hvørt sum meira alment tilfar, eitt nú frá fyritøkum og miðlum, alsamt hevur fylt meira. Kunngjørdu broytingarnar væntast at fara at gera tað lættari hjá fólki at samskifta.

Zuckerberg ásannar, at hetta kann fáa fólk at brúka minni tíð á Facebook, men samstundis væntar hann, at tann tíðin, fólk brúka á Facebook, verður betur nýtt. Soleiðis skrivar hann á sína Facebook-síðu.

Hinvegin merkja komandi broytingarnar eisini, at tað ikki fer at vera líka lætt sum higartil hjá fyritøkum at náa út til brúkararnar við sínum tilfari.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður